Tjaldrið stevnir ímóti FM heitinum

Sigurin hesa ferð var so tepur, sum tað ber til at ímynda sær, men í FM kappingini stýrir Tjaldrið ímóti sigrinum Tað ber neyvan til at ímynda sær tættari kapping, enn hon var, tá ið 5-mannaførini við dreingjum kappaðust á Trongisvágsfirði.

Á málinum bar tað ikki til at síggja, hvør var fremri, men tá ið hugt varð eftir málmyndunum, so sást tað, at Tjaldrið var frammanfyri Blik.

Báran var eisini væl við í kappingini. Frá Tjaldrinum og aftur til Báruna á triðja plássi var minni enn ein bátslongd.

Í FM kappingini er eingin ivi: Tjaldrið hevur beina kós ímóti FM heitinum. Tað eru átta stig frá Tjaldrinum og aftur til Blik, sum er næstfremstur.

Úrslit

1 Tjaldrið 04:59.16

2 Blikur 04:59.24

3 Báran 05:01.12

4 Royndin Fríða 05:04.22

5 Junkarin 05:06.13

6 Teistin 05:07.10

7 Kollur 05:08.20

8 Sílið 05:10.21

9 Ritan 05:12.07

10 Firvaldur 06:25.13

Støðan

1 Tjaldrið 28

2 Blikur 20

3 Junkarin 18

4 Teistin 14

5 Royndin Fríða 11

6 Báran 11

7 Kollur 6

8 Havfrúgvin 3

9 Jallurin 1

10 Ritan 0

11 Firvaldur 0

12 Sílið 0