- Skipini eru stór, og nógv er at fara um. Ein slík kanning kann skjótt taka einar 2-3 tímar, sigur Fiskiveiðieftirlitið. Fiskiveiðieftirlitið er í løtuni á leiðunum heilt har suðuri í føroyskum sjógvi, har svartkjafturin nú er komin, og nógv skip royna at fylla sær lastina.
Tjaldrið er komið suður á hesar leiðir, og menn hava longu verið umborð á fleiri skipum.
Á Fiskiveiðieftirlitinum verður sagt, at bæði føroysk, íslendsk, norsk og russisk skip eru á leiðunum, og sum skilst, er fiskiskapurin góður.
Tróndur í Gøtu, sum landaði í Fuglafirði í dag, hevði bert eini tvey tóv, so høvdu teir millum 800 og 900 tons.
Á kanningarferðini hjá Tjaldrinum verður hugt at veiðireiðskapinum, sum skipini brúka, og hugt verður eisini, um tølini, sum skipini fráboða, samsvara við tað, sum eftirlitsfólkini síggja, tá tey koma umborð.
- Skipini eru stór, og nógv er tískil at fara um. Ein slík kanning kann skjótt taka einar 2-3 tímar, sigur Fiskiveiðieftirlitið, sum síðan Tjaldrið kom á leiðirnar har suðuri í føroyskum sjógvi ikki hevur staðfest nakað ólógligt.









