Tjaldrið fingið undantaksloyvi

Vaktarskipið Tjjaldrið, sum varð lagt hósdagin, hevur nú fingið undantaksloyvi at igla við skerdari manning

 

Vaktarhald og bjarging


Í gjáramorgunin fekk vaktarskipið Tjaldrið undantaksloyvi frá Sjóvinnufyrisitingini at sigla við skerdari manning.

Tað varð greitt, eftir at Tjaldrið varð lagt hósdagin á miðdegi, sum greitt er frá aðrastaðni í blaðnum.

Men síðani hevur Sjóvinnufyrisitingin givið Tjaldrinum eitt nýtt manningarskjal og siglingarloyvi. Tað er skjalið sum sigur, hvussu nógvir mans skulu vera við í minsta lagið fyri at skipið kann sigla trygt.

Og eftir undantaksloyvinum kann Tjaldrið sigla við einum stýrimanni.

Men ymsar treytir fylgja við. Við hesum eina stýrimanninum, kann Tjaldrið ikki vera úti meiri enn í mesta lagi 12 tímar um døgnið. Harumframt hevur Tjaldrið bara loyvi at sigla í ?heimasigling?, so vítt , vit hava fingið uppspurt er tað í mesta lagi 30 fjórðingar úr landi. So hóast Tjaldrið sleppur at sigla, verður verður virksemið rættiliga skert.

Á miðdegi í gjár var ikki heilt greitt, nær Tjaldrið loysti, um tað bleiv seinnapartin ígjár, ella í dag.

Ellintur Abrahamsen sigur, at tað er ikki nógv, sum Skipara- og Navigatørfelagið kann gera við hetta.

Men hann heldur, at tað er løgið at sleppa einum bjargingarskipið til havs, samstundis sum kravt verður, at hvør ferja hjá Strandferðsluni skal hava mann við serligari útbúgving, tøkan á brúnni alla tíðina í eini neyðstøðu fyri at sleppa at sigla ímillum oyggjarnar

? Samstundis hevur Sjóvinnuráðið fyri einum ári kravt, at tað skulu vera tveir stýrimenn við, og at tað bara skuldi vera eitt manningarskjal, tvs, at onki serligt skjal skuldi útvegast fyri heimasigling. At Sjóvinnufyrisitingin so broytir manningarskjalið í eini verkfalsstøðu, er heilt burturvið