Tjóvur viðgekk seg sekan

Leygarnáttina varð løgreglan í Runavík aftur tilkallað eftir innbrot, hesuferð í Keypssamtøkuni í Saltangará. Gerningsmaðurin er tikin, og hann hevur viðgingið seg sekan í hesum innbrotinum umframt innbrotinum í Litaval seinasta vikuskiftið

 

Sunnumorgunin klokkan fýra hevði ein maður brotið seg inn í Keypssamtøkuna í Saltangará. Alarmurin fór í gongd, men maðurin skræddi alarmin niður, so hann slóknaði. Alarmurin boðaði tó frá í Havn, og haðani varð ringt til eigararnar av Keypssamtøkuni.

Teir fóru beinanvegin av húsum og sóu innbrotstjóvin inni í handlinum. Teir tordu tó ikki at fara inn, tí gerningsmaðurin bað teir sleppa sær burtur, og hann hevði ein hamara í hondini.

Síðani varð løgreglan í Runavík tilkallað, men tá hon kom á staðið, hevði maðurin tikið til rýmingar. Eigarin kundi tó lýsa útsjónd mansins, og hon minti nógv um lýsingina av tjóvinum, sum hevði brotið inn í Litaval vikuna frammanundan.

Løgreglan í Runavík sigur, at hon hevði havt henda mannin í kikaranum, og hann varð funnin og tikin sunnukvøldið.

Maðurin, sum er 29 ára gamal, hevði brotið ein rút í garasjuhurðini og slapp soleiðis inni í goymsluna. Hann hevði tikið vekslipeningin úr kassanum, sum var 950 krónur. Harumframt hevði hann pakkað sær tveir stórar skrelliposar við tubbaksvørum. Hesar hevði hann tó ikki fingið við sær.

Løgreglan upplýsir, at maðurin var ávirkaður, tá innbrotið varð framt, og at hann hevði verið inni í handlinum í einar fjøruti minuttir.

Tá maðurin varð avhoyrdur, viðgekk hann seg sekan í tveimum innbrotum. Í seinastu viku tók hann nevniliga 10.000 krónur úr kassanum í Litaval í Runavík.

Hann er síðani leyslatin, men hann skuldi aftur til nærri avhoyringar mánadagin.