Tjóðveldisflokkurin vil hava aliloyvini aftur

 
 
Tjóðveldisflokkurin hevur viðgjørt spurningin um at lata peningastovnarnar fáa veðrætt í aliloyvum. Spurningurin stakk seg upp, eftir at forstjórin í Føroya Sparikassa, Marner Jacobsen, nevndi, at peningastovnarnir muga hava veðrætt í aliloyvunum, um teir skula hava møguleika at fíggja alivinnuna framyvir.
                      Tjóðveldisflokkurin heldur fast í, at aliloyvir, fiskiloyvir og onnur loyvir at nýta alment tilfeingi, eru almenn brúksloyvir, ið tað almenna eigur at bjóða út.
                      Í tíðindaskrivi frá Høgna Hoydal, formanni í Tjóðveldisflokkinum, sigur hann, at um ein loyvishavari gevst, eigur loyvið at fella aftur til tað almenna at bjóða út.
                      Ein tílík skipan fyri bæði fiskiloyvir og aliloyvir hevði givið tryggari karmar hjá bæði vinnu og fíggjarstovnum, sigur flokkurin.
                      Sostatt tekur Tjóðveldisflokkurin ikki undir við at lata peningastovnunum veðrætt í aliloyvum.