Í besta einaræðisstíli varð fundur hildin í mentunarnevndini hjá løgtinginum hósmorgunin 24. apríl 2003, kl. 8:15.
Tvey mál vóru á skránni:
1. Uppskot til løgtingslóg um at byggja miðnáms-skúla í Vági
2. Uppskot til løgtingslóg um veiting til yrkisútbúgvingarskúla í Havn
Sum fastur táttur hevur verið til allar fundir í mentunarnevndini ta seinastu tíðin, so stóð Tekniski Skúlin í Havn aftur henda morgunin niðast á skránni.
Hesa framferð kundi eg ikki góðtaka og fekk ført í gerðabókina, at eg mótmælti, at eitt yngri mál varð sett á skrá frammum eitt eldri.
Høgni Hoydal við fylgi kom á fundin og greiddu frá báðum málunum.
Tað tók ein tíma at avgreiða skúlan í Vági, sum kostar 55 mió. krónur. Álit er skrivað og latið løgtinginum.
Verri er við álitinum viðvíkjandi Tekniska Skúla í Havn. Nú álit skuldi skrivast, hendi tað enn einaferð, at samgongan var ikki sinnað at avgreiða málið. Formaðurin hevur síðani upplýst fyri Útvarpinum, at málið er enn til viðgerðar í nevndini, og er ikki klárt at avgreiða.
Formaðurin hevur nú havt málið í mentunarnevndini síðan 6. mars. Nú skriva vit 29. apríl, og málið er framvegis ikki avgreitt. Tingið fer heim 2. mai, og tá fellur málið burtur, um tað ikki er endaliga avgreitt.
Hesa framferð hjá samgonguni um Tekniska Skúla í Havn, vil eg átala harðliga. Álit er skrivað, og málið er klárt at leggja fyri tingið til 2. viðgerð, um vilji er til tað.
Hesin arbeiðsháttur, sum sitandi samgonga við Tjóðveldisflokkinum á odda stendur fyri, er ein grov vanvirðing av Føroya Løgtingi og teimum, sum varða av skúlunum.
Tjóðveldisflokkurin hevur ongan skúlapolitik, og uttan nakað mál og mið er rossahandil um skúlar nú gjørdur í samgonguni í besta 80-ára stíli.
Jógvan Arge vísti í grein í Dimmalætting týsdagin á, at tað kann fáa ivasamar fylgjur fyri borgararnar, tá býráðspolitikkur í Havn verður drigin upp í løgtingspolitik. Men hetta málið er júst eitt dømi um, hvørjar fylgjur tað fær fyri borgararnar, tá ein politikari sigur eitt í býráðnum og annað í løgtinginum.
Tað kundi verið áhugavert at fingið eina frágreiðing um, hví Jógvan Arge er so grammur eftir at flyta lærlingaútbúgvingar út úr Havnini? Kanska hann sum býráðslimur og løgtingslimur fyri Suðurstreym kann greiða skúlaverkinum og øllum teimum lærlingum, sum ganga í Tekniska Skúla í dag, frá síni genialu ætlan? Hetta er ein loysn, sum Tjóðveldisflokkurin er komin við, vísandi til 3. petti í uppskotinum um skúlabyggingarætlan dagfest 16. apríl 2003, sum er undirskrivað av Høgna Hoydal.
Tjóðveldisflokkurin, sum hevur 3 tingmenn í Suður-streym, er heitasti talsmaður fyri at flyta læringaútbúgvingarnar út úr hesum valdøminum. Vónandi hugsar veljarin seg væl um til næsta val. Hetta er flokkurin, sum vil avtofta yrkisskúlarnar í Havn.