Tjóðveldisflokkurin tók ikki undir við nýggju lógini

Tjóðveldisflokkinum eigur báðar landsstýrismenninar, ið eru inni í myndini í ósemjuni um fólkaskúlan. Heini O. Heinesen úr Tjóðveldisflokkinum metir ikki, at til ber at liva við núverandi støðu longi afturat, men hann ásannar, at málið er sera fløkt

Heini O. Heinesen úr Tjóðveldisflokkinum, ið eigur landsstýrismenninar í fíggjarmálum og skúlamálum, metir at talan er um eitt fløkt mál.

Hann viðgongur, at hann ikki er so væl inni í smálutum í málinum, men hann heldur, at ikki ber til at liva við núverandi støðu longi afturat.

Hann heldur tó Høgna Hoydal hava rætt í, at rættast er at halda lønar- og lógarspurning hvør sær.

- Men nú verður streykað uppá eina lóg, sum Tjóðveldisflokkurin ikki tók undir við. Hetta hevur Signar á Brúnni eisini víst á. Men tað eru vit, ið sita við Svarta Per. Betur var, um vit sluppu at gera lógina, so vistu vit, hvat hon kostaði, sigur Heini O. Heinesen.

Heini O. Heinesen heldur, at báðir partar hava ábyrgd í ósemjuni millum Føroya Lærarafelag.

Heini O.Heinesen heldur, at talan er um fløkt mál. Hann leggur tó dent á, at hann metir ikki, at tað er ein góð loysn, at løgtingið leggur uppí, sum tað onkutíð hevur verið gjørt.