Tjóðveldisflokkurin tódnar til TJÓÐVELDI

Í morginári kl 9 fer Tjóðveldisflokkurin at halda tíðíndafund í Miðlahúsinum í Vágsbotni, har flokkurin m. a. fer at avdúka nýggja navnið ? sum eftir øllum at døma verður stytt til ?Tjóðveldi?

Hóast vit ikki hava fingið tað váttað, so vilja keldur, sum standa Tjóðveldisflokkinum nær verða við, at nýggja navnið hjá flokkinum verður ein stytting av gamla navninum - stutt og greitt: TJÓÐVELDI.

Tað liggur eisini í tíðarandanum, at long nøvn skulu styttast. Vit hava fleiri dømi í Føroyum:

Landsverkfrøðingurin til LANDSVERK

Telefonverk Føroya Løgtings til FøROYA TELE

Heilsustovnar til NÆRVERK

Í donskum politikki er tað heldur ikki ókent, at flokkar stytta navnið - ella gera tað ?fólksligari?. T. d. skifti Danmarks Socialdemokrati navn til Socialdemokraterne fyri nøkrum árum síðani.

Tjóðveldisflokkurin er so tann fyrsti føroyski flokkurin, sum styttir ella broytir navnið, burtursæð frá gamla Framburðsflokkinum hjá Kjartan Mohr, sum skifti navn so hvørt tingmannatalið vaks.

Tjóðveldisflokkurin varð stovnaður 22. og 23. mai í 1948 sum mótmæli ímóti, at fólkaatkvøðan, sum var 14. september í 1946, ikki varð vird. Flokkurin stillaði fyrstu ferð upp til løgtingsval í 1950 og fekk tveir tingmenn valdar, D. P. Danielsen í Vága valdømi og Hanus við Høgadalsá í Suðurstreymoyar valdømi. Við valið í 1954 fekk flokkurin seks tingmenn og við valið í 1958 sjey mans. Flokkurin hevur við flestu valini ligið um 20% av atkvøðunum, men síðani 1998 hevur hann verið størstur í tingmannatali.

Í morgin eru 61 ár síðani fólkaatkvøðuna í 1946.