Afturímóti hava hesi viðurskifti flutt nakrar av flokkum okkara. At Tjóðveldisflokkurin er snaraður til høgru, hava vit sæð ferð eftir ferð í seinastuni. Støðan hjá flokkinum í fleiri málum hevur víst, at flokkurin hevur slept síni samhaldsfestu - solidarisku støðu
Sambandsflokkurin hevur í málinum um bæði fiskidagaskipanina og eftirlønina afturímóti víst, at hann nærum hevur lagt seg vinstrimegin Tjóðveldisflokkin. Harafturat hevur hann lagt sjógv millum seg og ný-liberalistisku áskoðanina hjá Fólkaflokkinum.
Nú kunnu vit sjálvandi keglast um, hví Tjóðveldisflokkurin hevur kúvent og hevur lagt seg so langt til høgru, at undangongumenn og -kvinnur floksins høvdu ikki kent hann aftur. -Hevur hann selt øll samhaldsføst prinsipp fyri at náa fullveldinum. - Ella er hann bara við í altjóða rákinum, sum hevur gongur frá tí meiri samhaldsfasta politikkinum, og meiri ímóti, at einstaklingurin sjálvur skal gjalda fyri tænastur, t. d. á heilsuøkinum.
Tað er gott, at flokkar ikki standa í stað - eru statiskir - men at teir endurnýggja seg. Afturímóti, venda vit aftur til spurningin omanfyri, og hava nøkur aktuell mál í huga - spurningin um arbeiðsumhvørvi, sjúkradagpeningaskipanina og nú eftirlønina - ber ikki til at koma til aðra niðurstøðu, at Tjóðveldisflokkurin hevur selt seg. Hann hevur latið Fólkaflokkin draga seg burtur frá nøkrum samhaldsføstum prinsippum. Og endamáli er fullveldi, sum Fólkaflokkurin neyvan fer at atkvøða fyri, tá á stendur.
At Tjóðveldisflokkurin fór at sleppa hugsjónini um eina samhaldsfasta eftirløn, so allir borgarar landsins kundu fáa somu eftirløn eftir strævnan arbeiðsdag, roknaði neyvan nakar við. Men líkt er til, at hann hevur góðtikið asosialu "fólkatryggingina" hjá Fólkaflokkinum, sum byggir á ta áskoðan, at tey sum forvinna mest, fáa mest í eftirløn. Tey, sum einki vinna - heimaarbeiðandi, avlamin, smábygdafólk o. o. - skulu fáa eitt ella annað alment ískoyti. V.ø.o. er Tjóðveldisflokkurin við til at skapa A- og B-pensjónistar. Eftir at verja tað samhaldsfasta og vanliga føroyingin stendur Javnaðarflokkurin.