1. Eina frælsa, føroyska rødd á fólkating.
? Tjóðveldisumboð leggja seg ikki út í donsk innanhýsis mál, og lata seg ikki nýta sum finnur í innanhýsis donskum partapolitikki.
? Tjóðveldisumboð telva sjálv og brúka bert sína ávirkan, tá tað snýr seg um at vinna føroysku tjóðini síni sjálvsøgdu rættindi og virðing.
? Umboð úr øðrum flokkum kunnu ikki skapa hesa virðing. Eitt umboð, sum hvørvur í donskum partapolitikki, kann aldri gerast ein virðilig, fræls, føroysk rødd.
2. Trygdin fyri fullveldis-
ætlanini
? Tjóðveldisumboð eru trygdin fyri at fullveldisætlanin vinnur á mál gjøgnum sakliga upplýsing og støðufesti.
? Tjóðveldisflokkurin er trygdin fyri, at føroysk umboð í donskum flokkum ikki lima okkum inn í danska ríkið og selja sjálvsavgerðarrætt føroyinga í politiskum rossahandlum
? Eitt virðiligt farvæl til heimastýrið - vit bjóða javnbjóðis samstarvi vælkomnum
? Tjóðveldisumboðini vilja við sakligari upplýsing siga eitt virðiligt farvæl við heimastýri
? Tjóðveldisumboðini vilja treystliga sannføra danir um, at einasta virðiliga loysn millum londini, eru einar sjálvstøðugar Føroyar, har vit taka fulla ábyrgd av egnum landi. Og at Føroyar og Danmark síðani samstarva sum javnbjóðis brøðratjóðir og sjálvstøðug lond.
4. Ein pallur til sjálvsvirðing og viðurkenning
? Umboð Tjóðveldisfloksins vilja brúka fólkatingið sum ein pall, har føroyska fullveldisstríðið vinnur sær fatan og virðing - bæði í Danmark og úti í heimi.
? Vit vilja umboða allan tann føroyska sjálvstýrisvongin á virðiligan hátt.
? Vit vilja fáa í lag samrøðu, semju og samstarv við danskar politikarar. Vit vilja skapa meiri vitan, betri fatan, størri álit og størri virðing millum føroyingar og danir.
5. Sjálvavgerðarrætturin
staðfestast
Tjóðveldisflokkurin vil stríðast fyri, at danskir myndugleikar viðurkenna føroysku tjóðina og sjálvsavgerðarrætt føroyinga.
? Tjóðveldisflokkuri vil mótmæla, at danska stjórnin nokta føroyskum myndugleikum at venda sær til altjóða samfelagið
6. Føroyska málið
viðurkennast
? Tjóðveldisflokkurin vil mótmæla, at danir lýsa føroyskt sum eitt minnilutamál
? Tjóðveldisflokkurin vil krevja, at føroyskt verður viðurkent sum tjóðarmál føroyinga í altjóða samfelagnum
7. Ognarrætturin til
undirgrundina vinnast
Tjóðveldisflokkurin vil berjast fyri at staðfesta ognarrætt føroyinga til undirgrundina sambært fólkarættinum
8. Búskaparligu
viðurskiftini á borðið
? Tjóðveldisumboðini vilja stremba eftir at fáa saklig og verulig tøl fram um búskaparligu viðurskiftini millum Føroyar og Danmark
? Tjóðveldisumboðini vilja vísa á, at trygdin fyri vælferð í Føroyum eru ikki danskir pengar, men einar sjálvberandi og samhaldsfastar Føroyar
? Rættindi føroyinga í Danmark verjast
? Tjóðveldisumboðini vilja mótmæla, at danska stjórnin setti føroyingar í Danmark inn í eitt roknistykki, har teir vórðu skírdir útreiðsla hjá danska skattgjaldaranum
? Tjóðveldisflokkurin vil virka fyri rættindunum hjá føroyingum í Danmark sum ein tjóðskaparligur minniluti. Fortreytin fyri hesum er, at føroyska tjóðin og okkara egna land verður viðurkent.
Hjá Tjóðveldisflokkinum er greið tala!
Vit vilja vera ein fræls, føroysk rødd á fólkatingi!
Føroyingar kunnu velja millum undirbrotligheit ella sjálvsvirðing.
Við at velja Tjóðveldisflokkin velja vit sjálvsvirðingina!
Tjóðveldisflokkurin er røddin hjá føroysku tjóðini!