Tjóðveldisflokkurin og givin lyftir

Nú landsstýrismaðurin Høgni Hoydal hevur ætlanir um skúlabygging fyri umleið 400 milliónir, tað er jú tað sama sum samgongan lat dønum, tí at teir sjálvir vildu gjalda fyri skyldur, sum danska stjórnin hevur yvir fyri føroyska samfelagnum. Jú sannast má, at ríkir menn oksar keypa ? mangt man um fátækan leypa. Ætlanir eru mangar, men tað kostar pengar, og tað ið Høgni Hoydal sigur, at teir byggja skúlar fyri sum sagt 400 milliónir, so er ikki at gloyma, at pengarnir eru ikki tøkir. Raðfylgju av, hvat og hvar skuldi byggjast og ikki gav tað nakran hvøkk, at Tórshavn stóð í fremstu røð. Tað er greitt, at oddafiskar búgva har. Tey, sum búgva uttan fyri miðstaðarøkið, tað eru bara fiskimenn, teir, sum ikki tøma men bera til føroyska samfelagið. Raðfylgjan er sett, og ætlanir eru helst komnar á borðið, men sum eg eisini havi sagt við Høgna Hoydal, føroyska samfelagið livir ikki av teldum og øðrum tøkni, onkur skal gjalda, og teir eru gloymdir ella í øllum føri ikki fremstir í raðfylgjuni hjá verandi samgongu. Uttan okkara útróður og okkara fiskimenn vildu allir kassar verið tómir og pengar skula til. Teir fáast ikki við at trýsta á nakrar telduknappar. Sjálvandi skulu vit hava skúlar, men raðfylgjur mugu vera eftir inntøkuni og ikki er rætt at binda komandi samgongur, soleiðis sum tað verður gjørt. Tað er rætt, at okkara ungdómur fær góðar umstøður, ongin ivi er um tað. Men tann dag, tá ið allir ungdómurin situr við teldurnar, tá kemur lítil fiskur á land, tí uttan mun hvat gjørt verður, so eru Føroyar ein fiskitjóð, og tað er tann vinnan, sum skal bera allan tann føroyska búskapin. Tað er gloymt av verandi samgongu.

Eitt annað sum Tjóðveldisflokkurin hevur gloymt, tey givnu lyfti um hin partin av samfelag okkara. Tey, sum hava tænt sína verndarskyldu, men nú slitin og gomul ? hvat við teimum? Tað kann ikki sigast Tvøroyri er ovalaga á byggiskrá hjá verandi samgongu og sigast má, at Tjóðveldisflokkurin heilt hevur gloymt givin lyfti yvir fyri teimum, ið borið hava samfelagnum uppi.

Men bert fyri at minna samgonguna og sanniliga Tjóðveldisflokkin á givnu lyfti, fyri nú nógvum árum síðan, meðan Tjóðveldið hevði meiriluta í Tvøroyrar Býráð og harvið borgarstjóran, varð lagdur ein skúli á Tvøroyri. Hesin skuldi útbúgva fólk til heimarøktina. Fólk til at taka sær av teimum eldru, ið vildu búgva í egnum heimi sum longst.

Tað var Torbjørn Jacobsen, ið við stríð og strev fekk lagt hesa ætlan á Tvøroyri.

Fyri at fáa eina byrjan, so gjørdi Tvøroyrar kommuna hølir klár til eina fyribils loysn, tí tilsøgn varð givin um at byggjast skuldi. Tvøroyrar kommuna hevði og hevur øki tøkt til endamálið. Fyribils tiltakið kostaði nógvar pengar, ið allir eru goldnir av borgarum á Tvøroyri ? eisini tjóðveldisfólki. Hetta tiltak hevur ongan studning fingið. Vit hava bíðað í tolni, men nú er tolið uppi. Borgarar á Tvøroyri vilja hava eitt greitt svar frá tær Høgni Hoydal, nær verða pengar settir av til byggjan av hesum skúla?
Tað er væl ikki so at hesin skúlin, sum skal útbúgva fólk til at taka sær av gomlum og sjúkum, sum helst vilja vera í heimi sínum á ellisárum, ein samgonga sum sigur seg byggja á tey kristnu lívsvirðini, heilt hevur gloymt tey givnu lyfti, tað er vónandi ikki so at hetta málið er lagt í niðastu skuffu í Tinganesi.