Rokið um fortíðina hjá løgmanni, Anfinni Kalsberg, kom aftur fram í ljósmála í fjørsummar, eftir eitt hvassorðað lesarabræv frá tjóðveldistingmanninum, Tórbjørn Jacobsen í fjør summar.
Orðingin "Ringt er at liva við einum løgmanni og einum fiskimálaráðharra, sum orsaka av eini gloymdari fortíð, har ilt var at skyna á mørkunum ímillum eins egna og annara, ikki kundu sitið í stjórn í nøkrum øðrum landi heiminum", setti veruliga eld í føroysku fjølmiðlarnar, sum aftur fóru at grava í fortíðini hjá løgmanni.
Fólkaflokkurin vildi ikki góðtaka skuldsetingarnar hjá Tobba, og málið gjørdist samgongumál, sum ikki varð loyst fyrr enn á Ólavsøku. Í bókini Skjót journalistin verður skuldsetingin hjá Torbjørn Jacobsen um gloymdu fortíðina hjá løgmanni staðfest.
Ikki óvart
Torbjørn Jacobsen sigur, at staðfestingin kemur ikki heilt óvart á hann, og hann hevði allarhelst nevnt fortíðina hjá løgmanni í lesarabrævinum, uttan at hann hevði grundaðan mistanka. Torbjørn vil kortini ikki gera stórvegis viðmerkingar til, hvørjar avleiðingarnar skjalafalsanin hjá løgmanni eiga at fáa.
? Tað mást tú spyrja formannin í flokkinum um, tí málið er eitt floksmál, sum ein og hvør tingmaður ikki kann úttala seg um, sigur Torbjørn Jacobsen.
Hevur tú onga persónliga meining um, hvør avleiðingin skal verða?
Jú, men tað er ikki altíð at tær persónligu meiningarnar kunnu koma út, áðrenn tær eru samskipaðar í flokkinum. Eg fái heldur ikki úttalað meg áðrenn bókin kemur út, sigur tjóðveldistingmaðurin.
Onga viðmerking
Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum, Høgni Hoydal, er rættiliga avgjørdur, tá vit greiða honum frá, at løgmaður, sambært bókini, Skjót journaslistin, hevur skjalafalsað.
Kunnu tit sum flokkur liva við tí?
Eg havi onga viðmerking yvirhøvur, tí eg havi onga bók sæð.
Hvørjar eiga avleiðingarnar at verða?
Eg kann einki siga yvirhøvur, tí eg sum sagt ikki havi sæð bókina. Tað einasta eg veit, er at Tjóðveldisflokkurin hevur fingið eitt bræv frá Fólkaflokkinum um bókina. Ætla tit at svara brævinum?
Nei tað ætla vit ikki, og skilji heldur ikki hvat endamálið er við brævinum, og hví tjóðveldisflokkurin skuldi dragast inn í málið.
Tegir
Tjóðveldisflokkurin hevur eftir øllum at døma valt tann tigandi leiklutin. Í øllum førum í fyrstu atløgu. Til bókin er tugd og tannlað. Sjálvur sigur løgmaður, at hann framdi óregluligu flytingarnar fyri at bjarga sínum skipum og harvið arbeiðsplássum. Hann vísir til semjuna, har honum varð álagt at rinda lítlu milliónina aftur og vil ikki siga meira.
Spurningurin er, hvat Tjóðveldisflokkurin kann liva við. Hann hevur gjørt tað til sítt vørumerki at tosa um reinføri í føroyskum politikki og álitið á politisku skipanina.
Eitt er, at løgmaður hevur gjørt mistøk ? tilvitað ella ei ? í síni fortíð. Kanska kann Tjóðveldisflokkurin liva við tí. Men kann hann góðtaka, um Anfinn Kallsberg hevur sagt ósatt um viðurskiftini á Frostvirkinum, meðan hann hevur verið løgmaður? Og at hann setti samgonguna upp á spæl fyri at bjarga sínum umdømi? Tað fara næstu dagarnir at vísa.