Formaður Tjóðveldisfloksins, Høgni Hoydal, vónar, at politikkurin í komandi andstøðu ikki fer at drukna í andstøðu mótvegis samgongu, men at talan heldur verður um ein initiativríkan andstøðupolitikk við støðugum íkasti til samgonguarbeiðið.
Við hesum vónum hevur Tjóðveldisflokkurin brynja seg til eitt nýtt politiskt kapitul í andstøðu við nýggjum bygnaði og 15 løgtingsuppskotum hesa tingsetuna. Omanfyri er listi prentaður við nýggju framsøgufólkum Tjóðveldisfloksins á ymsu økjunum umframt løgtingsuppskot Tjóðveldisfloksins.
Barsilsskipan fyri lesandi
Úr rúgvuni av uppskotunum kann nevnast, at barsilsskipan fyri lesandi ikki hevur verið frammi fyrr og verður tískil áhugaverd at fylgja í løgtingsviðgerð. Í hesum uppskoti er ynski um eitt ára eyka útbúgvingarstuðul til møður undir útbúgving, meðan ein lesandi faðir kann fáa seks mánaða eyka útbúgvingarstuðul. Móðirin hevur tó møguleikan at geva nakað av síni tíð til faðirin, og er talan í roynd og veru um eitt sera umfatandi uppskot, sum Tjóðveldisflokkurin vónar fær góða móttøku í samgonguni.
Uppskot til løgingslóg um barnaverndarlógina er sjálvsagt eitt sera umfatandi og stórt øki, og er talan um sama uppskot, sum hevur verið frammi fyrr, tó við nøkrum tillagingum.
- Á hesum øki hava vit framvegis tann hugburð, at skulu kommunurnar valda, skulu tær eisini gjalda, segði framsøgumaður Tjóðveldisfloksins á hesum øki, Páll á Reynatúgvu.
Betri umstøður til tónleikarar
Torbjørn Jacobsen hevði undir fundinum eisini áhugavert upplegg um menning av tónleikaumstøðunum í Føroyum. Í valdømi hansara er ikki eitt einasta spælistað til lokalu tónleikararnar, og hóast viðurskiftini í miðstaðarøkinum eru á einari leið, eru umstøðurnar sambært honum út av lagi í útjaðaranum. Sum liður í økismenningarpolitikki floksins er tískil ætlanin at gera íløgur í tónleika- og mentanarlívið.
- Vit síggja, hvørji úrslit tjóð okkara hevur fingið við íløgum í ítróttin, og við einum styrktum grundarlagið kann tað sama saktans henda á tónlistarliga økinum, raðfesta vit rætt, segði Torbjørn Jacobsen á fundi hósmorgunin.
Við at hyggja at listanum við løgtingsuppskotum sæst, at stórar og kostnaðarmiklar verkætlanir eru í hyggju á útbúgvingarøkinum við Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna, Tekniska Skúla í Klaksvík og Lista- og Ítróttaskúla á Sandoynni.
Samanumtikið kann sigast, at Tjóðveldisflokkurin hevur brynjað seg út til komandi valskeið, og hóast flokkurin í hesi støðu neyvan verður eins sjónligur og áður, hevur formaður floksins Høgni Hoydal stórar ætlanir at reka initiativríkan og virknan andstøðupolitikk.