Mannbjørn Jákupsson
Fólkatingsvalið síðsta var ikki minni áhugavert í Føroyum, enn tað var í Danmark. Høvuðsúrslitið niðri var væntað, onkur smábroyting, um lagnusvár, hendi síðst í valstríðnum, men var hon innroknað í metingunum frá valspástovnunum beint áðrenn valrakstrarlok. Føroysku flokkarnir vóru harafturímóti meiri duldir í huganum á veljarunum, um hvar teir endaðum í kappingini um báðar menninir til Fólkatingið. Ongin hevði, mær vitandi, spátt at tjóðveldisflokkurin gjørdist størstur. Fleiri spáddu stríð millum fólkafkokkin og javnaðarflokin um fremstapláss. Flestu roknaðu við, at sambandsflokkurin, nokk ikki fekk eitt so gott væl hesaferð, orsakað av innanflokka stríði beint áðrenn fólkatingsvalið um bormeistarastarvið í Havn. Ivi var um hvussu hetta ávirkaði veljarafjøldina, so stutt aftaná. Betur gjørdi ikki, at annar, vinnandi borgmeistaraevnið, beint aftaná kommunuvalið í Føroyum, beint áðrenn Fólkatingsvalið jú hesuferð, av ósemjuni, sjálvur strikaði seg úr flokkinum, undir høttan um, annars at verða strikaður úr flokkinum, og beinleiðis fór yvir í ein annan flokk. Nógvar sambandsveljarar má hann hava drigið tann vegin. Hetta vísir ein løgnan øvugtan tendens av politisku gongdini niðri, at vísa seg, minkandi stuðul til liberala flokkin (sambandsflokkin), í Danmark er liberali flokkurin (Venstre) ongantíð so stórur. Neyvan er hetta beint so, at liberala rákið ikki eisini er í Føroyum. Tað fer so nógv yvir aðrar flokkar m. a. tjóðveldisflokkin, eisini javnaðarflokkin. Eitt avdúkandi í gongdini er helst, at føroyski sambandsflokkurin hevur breiðari, ella lutvís aðrar røtir, enn danska Venstre. Teir umboða helst nógv av høgrasosialdemokratum frá eldra sosialdemokratiska flokkinum í Danmark haravtrat, so løgna niðurgongdin hjá donsku sosialdemokratunum, nú yvir fleiri val, lutvís rakar teir. Nógv av mest ektaða sambandi er helst har.
Javnaðarflokkurin hevur frá frástøðu eygleitt trupulleikarnar hjá systirflokki sínum í Danmark, sum hann ikki kennir sum sínar. Hann hevur verið gjøgnum nógv skjót formansval, uttan stórvegis grund tykist, uttan persónliga framrakstur, persónlig politisk morð á vinir, nú høvi bjóðar seg, flokkurin meir trúliga klárar skiftið frá kreppuni miklu, og sjálvstýrisrákið, sum so brádligu trongir á sum úrslit av kreppuni. Hann er nú ein samanseting av lutfalsvís borgarligum høgrasosialdemokratum og fólk frá eindarlistanum niðri. Hetta ger at hann altið klárar valini hampuliga val, umkemst fráfallið betur til høgru niðri sum hjávinning, ella kanska lutvís tilætlað. Tó hevur hann verið noyddir, at síggja í eyguni, at tjóðveldisflokkurin hevur verið tvær ferðir størri enn hann til løgtingsval, nærum síðsta, og nú at koma afturum aftur hann til sjálvt eitt fólkatingsval.
Við stórum spenningi var bíðað eftir úrslitinum hjá tjóðveldisflokkinum, sum at vísa seg hevði verið gjøgnum somu kreppu sum sambandsflokkurin. Uppgerð millum topppolitikkarar fyri opnum skýggja, álvarsom høttan um útsmiding úr flokkinum av eykafólkatingsmanni teirra, tí virkandi, fyri ærumeiðing av floksformanninum í flokkinum. Har vóru tveir møguleikar, at annar køvdi hin í valrakstrinum, ella báðar løgdu avtrat hinari. Ákæran var alvarsom nokk, tí einasta, ið steðgaði útliming, var vantanir í reglugerðlóggávu felagsins, skal ein trúgva bløðunum. Tað vísti seg at vera tann næsti møguleikin, sum ikki er at undrast yvir, tí tað eru heilt ymisk fólk, báðir møguleikarnir tosaðu til.
Hjá sambandsflokkinum hendi katastrofan, veljarnir fóru við borgmeistarinum í Havn til javnaðarflokkin, og hann er frá størstur, minstur av teim stóru flokkunum eftir einum vali.
Fólkaflokkurin fekk eisini eitt gott val, óvæntað so gott fyri oddaevnið Kalsberg. Stríðið, sum feldi sjálvstýrislandstýrið næsta, tykist vera gloymt, og fyrrverandi løgmaður í hitanum aftur. Hann umboðar nú annað fólkatingsumboðið hjá føroyingum í fólkatinginum.
Sjálvstýrisflokkurin fekk aftur eitt vána val. Hann hevur trupult við at fóta sær, nú hansara politikkur líkist so nógv tí, hjá øllum flokkum. Samleikatrupulleikar eru eisini, so hann ikki als er við í nøkrum av viðbyrðinum hjá trúliga systirflokki teirra Radiklu í Danmark. Flokkurin er savningarstað fyri ónøgd úr øðrum flokkum og lut av nýkristna rákinum.
Valið er søguligt við báðum fólkatingslimunum hjá sjálvsstýrisflokkum fyri fyrstu ferð. Úrslitið kundi brúkst til eitt triða sjálvstýrislandsstýri, um hetta var úrslitið til eitt løgtingsval.