Tjóðveldi vil kanna høgu prísirnar í Føroyum

Orsøkirnar til høga kostnaðarstøðið á vørum og tænastum í Føroyum skulu kannast. Tað heldur Tjóðveldi, sum hevur lagt eitt uppskot fyri tingið, sum ætlandi fær fyrstu viðgerð í dag.

Í uppskotinum verður víst á, at búskaparfrøðingurin Heri á Rógvi fyri stuttum hevur lagt fram eina kanning av kostnaðarstøðinum á vørum og tænastum í Føroyum, samanborið við onnur lond í Evropa.

Kanningin vísir, at Føroyar eru dýrasta landið í Evropa; men hon lýsir ikki orsøkirnar.

- Tí er gylt høvi hjá landsstýri og Løgtingi nú at taka næsta stigið til tess at fáa lýst týdningarmiklar orsøkir og bygnaðir, ið elva til støðuna ? og ikki minst at leggja fram ítøkilig átøk, ið kunnu broyta gongdina, stendur í uppskotinum hjá Tjóðveldi