Johan Petersen
________
Hóast tað skal meiri enn vanlig mistonkiliggering til, at síggja nakað politisk í røðuni hjá drotningini í Norðurlandahúsinum, hveppa tjóðveldisfólk seg ikki við at skuldseta hana fyri júst tað, tjóðveldisfólk nýta hvønn givnan møguleika til
Drotningin loyvdi sær í Norðurlandahúsinum at nevna nýliga viðtiknu yvirtøkulógina, eftir hvørjari tað eru vit og bara vit føroyingar, sum avgera, í hvønn mun vit vilja yvirtaka málsøkir frá donskum myndugleikum. Henda lóg er størsta nýskipan síðan heimastýrislógina og ein veruleiki al tann tíð, hon bæði er viðtikin á Løgtingi og á Fólkatingi. Tí kann tað neyvan sigast at verða nakað politiskt í, at nevna hesa lóg, sum nú er galdandi.
Men Tjóðveldinum líkt skuldseta teir drotningina fyri at hava hildið eina politiska røðu, og væl hjálptir av útvarpi og sjónvarpi hevur hetta, næst eftir sjálva kongaligu vitjanina, verið høvuðstíðindini nú í fleiri dagar.
Tjóðveldið dregur politikk uppí hátíðarhald
Men júst tjóðveldisfólk nýta hvønn givnan møguleika at draga politikk og helst partapolitikk upp í hátíðarhald av ymiskum slagi.
So seint sum í síðstu viku hoyrdu vit tjóðveldiskvinnu, sum skuldi seta bygdastevnu, í útvarpi siga frá, at hon eisini ætlaði sær at tosa um tjóðskaparlig viðurskiftir.
Karin og Signar
Og hvør minnist ikki skammiligu ólavsøkurøðuna hjá Karini Kjølbro fyri fimm árum síðani, har hon á Tinghúsvøllinum ikki kundi bara sær fyri at draga fullveldismálið upp í røðu sína?
Í flaggdagsrøðu síni í Runavík í ár helt Signar á Brúnni eina so politiska og enntá so partapolitiska røðu, at hann beinleiðis greiddi frá atkvøðugreiðslu á tingi við aðru og triðju viðgerð hjá ávísum mótstøðutingmanni.
Júst Tjóðveldisflokkurin dregur politikk upp í, har hann ikki hoyrir heima
Hetta bert fyri at nevna nøkur fá dømi. So hvør, ið bæði tíðliga og seint dregur politikk upp í, har hann als ikki hoyrir heima, er júst Tjóðveldisflokkurin.