Fyrst var tað Tjóðveldi, sum fríggjadagin beyð miðlunum til tíðindafundar á Gamla Apoteki týsmorgunin klokkan 9:30.
Eftir at in.fo seinnapartin fríggjadagin avdúkaði, at Annika Olsen kortini stillar upp til býráðsvalið, so boðaði Fólkaflokkurin eisini til tíðindafundar týsmorgunin klokkan 9:30 – eisini løgtingshølum floksins á Gamla Apoteki.
Men nú hevur Tjóveldi framskundað sín fund, so Tjóðveldi kortini verður fyrst at leggja fram sína valskrá fyri býráðsvalið í høvuðsstaðnum. Fundurin hjá Tjóðveldi verður í morgin klokkan 13, har verða býráðslimir Tjóðveldis fara at leggja fram høvuðsmálini í valskránni.