Tjóðveldi: Nøkur mál skulu avgreiðast fyri valið

Tjóðveldi stuðlar sambandsmanninum Kaj Leo Johannesen sum løgmanni, meðan málini um fiskidagarnar, broytingar í húsalánsgrunninum og brúksskylda eru undir viðgerð.

Tað er niðurstøðan eftir orðaskiftið í tinginum í dag, um at skriva út val.

Bjørt Samuelsen, framsøgukvinnu, segði undir fyrstu viðgerð, at nøkur mál skulu avgreiðast, áðrenn Tjóðveldi tekur undir við, at val verður útskrivað.

Hetta uppskotið er púra óneyðugt, tí floksformenninir hava verið á fundi og eru samdir um, at val verður í heyst. Valið er á veg, tað vita øll. Nøkur mál skulu avgreiðast, áðrenn Tjóðveldi fer at taka undir við einum slíkum uppskoti, segði hon.

Bjørt Samulsen segði eisini, at val skal verða tíðliga í heyst. Næsta samgongan skal hava tíð at smíða næstu fíggjarlógina, og tað krevur tíð.

Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, eigur uppskoti saman við Kára á Rógvi, formanni í Sjálvstýrisflokkunum. Hann segði seg vera skelkaðan av støðuni hjá Tjóðveldi.

Málini um makrelin og fiskidagarnar eru avgreidd í morgin. Hetta er ein staðfesting av, at Tjóðveldi stuðlar sambandsmanninum Kaj Leo Johannesen sum løgmanni, segði hann.

Miðflokkurin tók undir við uppskotinum. Framsókn tók ikki lut undir orðaskiftinum.

Uppskotið er beint í Rættarnevndina.