Tjóðveldi fram og Sambandsflokkurin aftur

Tað kann í stuttum sigast um feskastu veljarakanningina

Eirikur Lindenskov

Tjóðveldisflokkurin buldr­ar fram í nýggjastu velj­ar­a­kanningini. Frá skrædl­vali­num í 2011, tá flokkurin misti tvey tingfólk og einans fekk 18,3 prosent av atkvøðunum, so stendur flokkurin úr til at ganga 8,4 prosenststig fram til 26,7 prosent. Hetta hevði ver­ið met­stórt úrslit, sum hevði givið Tjóðveldinum níggju tingsessir.
Sambandsflokkurin er størsti taparin í kanningini. Flokk­urin missir 3,8 pro­sent­stig og fer frá 24,7 til 20,9. Tað merk­ir, at flokkurin missir ein ting­sess.
Fólkaflokkurin missir eis­ini nógv, 1,8 prosentstig. Flokk­urin fer úr 22,5 pro­sent­um niður í 20,7. Tað merkir, at flokk­uri­n missir ein tingsess í mun til valið og tveir sessir hav­andi í huga, at Janus Rein er komin upp í flokkin. Her skal tó havast í huga, at Fólk­a­flokkurin hevur vunnið seg fram 3,5 prosentstig í mun til sein­astu veljarakanning í sep­tember.
Hóast Javnaðarflokkurin gong­ur fram úr 17,8 til 19,3, so er tal­an um eina afturgongd í mun til kanningina í sep­tem­ber. Her kann les­ar­in merkja sær, meðan Javn­að­ar­flok­kurin gongur 2,4 pro­sent aftur síðani seinastu kann­ing, so gongur Tjóðveldi 3,1 pro­sent fram sama tíð­ar­skeið.
Støðan hjá Framsókn og Miðflokkinum broytist ikki nógv. Báðir flokkarnir standa til varðveita bæði síni um boð. Framsókn tykist at halda fast við báðar tingsessirnar, hóast Janus Rein fór úr flokkinum.
Hjá Sjálvstýrisflokkinum tykist støðan at vera stabilt vánalig. Flokkurin hevur í veljarakanningum síðani valið bara staðið til at fáa umboð valt tvær ferðir, meðan hann í fimm veljarakanningum hevur staðið til at rúka út úr løgtinginum.
Flokkurin fær í hesari kanningini einans 2,2 prosent, og tað ringasta úrslit síðani valið, tá flokkurin fekk 4,2 prosent.
Seinasta veljarakanningin í september gav flokkinum 4,5 prosent. Hetta var beint eftir, at Kári P. Højgaard varð koyrdur frá sum landsstýrismaður, og rokið um Skálafjarðatunnilin gav óiva flokkinum ta framgongd, sum tá var at síggja. Spurningurin er so, um hetta er gloymt, at veljarin velur Sjálvstýrisflokkin frá.
Í stuttum kann sigast, at samgongan, sum byrjaði valskeiði við at hava 57,8 prosent av veljarunum aftan fyri seg, nú bert hevur 46,7 prosent aftan fyri seg.
Hetta er triða veljarakanningin upp í slag sum gevur andstøðuni meirilutan. Seinasta veljarakanningin sum gav samgonguni meirilutan varð kunngjørd í Sosialinum 9. november í 2012.