Tjóðveldi floksting í Skálavík um vikuskiftið

Um vikuskiftið heldur Tjóðveldi floksting í Skálavík. Flokstingið er evsta vald floksins og harvið árligi fundurin, har tjóðveldisfólk taka samanum og seta út í kortið av nýggjum samsvarandi hugsjónum floksins Fríggjakvøldið verður skipanarparturin avgreiddur, har m. a. starvsnevnd skal veljast, og leygardagin byrjar politiska orðaskiftið við formansfrágreiðingini.

- Í árinum síðani seinasta floksting norðuri við Gjógv, hevur ókyrra verið í politisku skipanini og fíggjar- og búskaparstøðan í heiminum og í Føroyum átti at verið orsøk til gevandi kjak og strategiskar hugsanir um, hvussu vit fóta okkum á øllum mótum, skrivar flokkurin í tíðndaskrivi.

Tjóðveldi hevur heitt á fýra fólk, um at leggja fyri í kjakinum á fýra viðkomandi samfelagsøkjum. Jóhanna Olsen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni, Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, Niels Christian Nolsøe, stjóri á Elektron og Petur Pólsson, lærari, yrkjari og tónleikari fara at siga sínar hugsanir um búskap, tilfeingi, umhvørvi og mentan.

Samanumtøkan burturúr kjakinum er yvirlýsing floksins um leiðina fram.

Leygarkvøldið verður ársveitsla í bygdarhúsinum í Skálavík.