Tað verður helst gjørd ein samstarvsavtala millum landsstýrisflokkarnar og Tjóðveldi. Sum skilst hava samráðingar verið um vikuskiftið, og gongst sum ætlað verður avtala gjørd um at fremja nøkur týðandi mál.
Men greitt er, at Tjóðveldi verður ikki partur av samgonguni. Sum Portalurin skilir støðuna, so fara vit fyri fyrstu ferð at hava eina minnilutastjórn við Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum ? við Tjóðveldinum sum stuðulsflokki.
Fríggjadagin segði Jenis av Rana, at Miðflokkurin for upp í samgonguna, sum skuldi hava stuðul frá Poul Michelsen í Framsókn eisini. Men sambært løgmanni seinni fríggjadagin, so var einki um hetta.
Nú tykist so greitt, at samstarv verður millum landsstýrisflokkarnar og Tjóðveldi. Tað man merkja, at fleiri av stóru málunum, sum liggja í tinginum, verða gjøgnumførd, eitt nú innan fiskivinnuna, kommunusamanleggingar, pensjónsskipanin og skúlareformur. Um minnilutalandsstýrið skal sita fram til januar ? ella um val verður í heyst, er ikki greitt enn.