TAÐ undrar tí ikki, at Óli Breckmann - tann mest høgravíðgongdi politikarin í Norðurlondum - við gráturødd takkaði landsstýrismanninum í almannamálum á tingfundinum hósdagin.Ja, hetta var sanniliga ein søguligur dagur, tá Helena Dam á Neystabø svaraði fyrispurningi frá stavnamanninum um pensjónsviðurskifti. Eftir svari og orðaskifti at døma hava bæði Tjóðveldisflokkur og Sjálvstýrisflokkur tveitt seg fyri føturnar á Fólkaflokki og góðtikið uppskotið um eina Fólkatrygging.
FÓLKATRYGGINGIN er ósolidariska uppskotið hjá Fólkaflokkinum til eina eftirlønarskipan. Ein skipan, sum ber í sær, at tey, sum forvinna mest í arbeiðsførum aldri, eisini skulu hava mestu eftirlønina. Tey lágløntu, tey arbeiðsleysu og tey óhjálpnu verða við sviðiðsoð. Tey skulu dúva upp á fólkapensjónina - treyðugt so, kanska hægri enn í dag.
SAMSTUNDIS, sum Tjóðveldisflokkurin ger knæfall fyri Fólkaflokkinum, tekur hvørki hann ella tann so ?sosiali? Sjálvstýrisflokkurin undir við uppskoti Javnaðarfloksins at hækka fólkapensjónina. Og neyvan taka teir undir við uppskoti Javnaðarfloksins at hækka Samhaldsfasta - tað samhaldsfasta prinsippið í pensjónsmálinum - so hann kann veita eina veruliga pensjón í framtíðini.
TAÐ harmar mong tjóðveldisfólk og hjá mongum mundi tað fara kalt eftir rygginum, tá Tjóðveldisflokkurin sveik stevnuskrá og veljara og stillaði seg við fallangsu Fólkafloksins. Hann sveik vinstraveingin - arbeiðaran, fiskimannin, handverkaran, ja, tann føroyska løntakaran - í strembanini fyri fullveldinum. Hann tveitti seg fyri hugsjón Fólkafloksins: ?vertin á, hvat annar fær, eg skal nøra at mær?. Fólkaflokkurin hevur klárað at snarað Tjóðveldisflokkin um sín lítlafingur. Nakin stendur hann, nú hann avdúkaði seg sjálvan. Ei undur í, at Fólkaflokkurin hóreiggjar sær. Men ein dag vaknar føroyingurin!