Johan Mortensen
Fólkatingsvalið nærkast og Tjóðveldisflokkurin fer sjálvandi at stilla upp. Soleingi Ríkisfelagsskapinum er ein veruleiki fer Tjóðveldisflokkurin at gagn nýta demokratiska rætt okkara at senda umboð á Danating.
Tað er ongin ivi um at til hetta val fær Tjóðveldisflokkurin umboð á Fólkating.
Føroyingarnir á fólkatingi í brátt farna skeiði hava hvør í sínum lagi roynst ivingarsamir umboðsmenn hjá føroysku tjóðina. Tað er lætt at skilja at danir ivast í politiska álvarinum hjá føroyingum við slíkum umboðum sum lata persónlig áhugamál og avlagaða floks ideologi ganga framum løgtingssamtyktir og fólksins vilja.
Hvussu hesi Fólkatingsumboð annars hava røkt áhugamál okkara, td., við atliti til EU, altjóða handli og øðrum viðurskiftum hjá føroyskum vinnulívi hoyrist lítið til.
Stundin er komin til eina munandi broyting har Fólkatingið í alt størri mun skal gerast røðarapallur føroyinga.
Føroyingum og dønum tørva progressivar tjóðveldiskreftir á danatingi. Yvirhøvur skilja bæði danskir politikarir og danski almenningurin ynski okkara um ein sjálvberandi búskap og politiskt frælsi. Fyrsti munandi niðurskurðurin í blokkinum sum nú gerst veruleiki er eitt týdningarmikið stig framyvir sum eisini danir fegnast um. Hesin niðurskurður er Tjóðveldisflokkinum fyri at takka.
Hóast ríkisveitingin minkar framyvir so fer okkara vinnuliga samstarv við danir so sanniliga at halda áfram og vaksa. Dugnaliga danska vinnulívið og danskir vinnulívsmenn eru góðir samstarvspartnarir og tað stóra handilsliga samstarvið landanna millum er til stóran fyrimun fyri báðar partar. Eisini skal nevnast tað fyrimyndarliga sambandið millum tey stóru donsku reiðaríini og okkara sjófolk sum telist millum heimsins bestu.. Danir og Føroyingar hava tørv fyri hvørjum øðrum. Okkara samstarv kann økjast almikið á so nógvum økjum innan altjóða handil, IT vinnu, orku, gen-tøkni, ferða-mannavinnu osfr.
Yvirhøvur hevur donsk og føroysk vinna altíð duga sera væl at samstarva uttan mun til politiska rákið og er tað kanska einahelst hjá leiðandi donskum vinnulívsmonnum tú sær størstu undirtøkuna og moralska stuðulin fyri føroyskum sjálvstýri og Republikkinaø
Okkara fullveldið er treytað av at vinnan samstarvar tvørturum øll landamørk Tað er tí mikið hugaligt at tað føroyska vinnulívið og einahelst okkara útflutningsvinna stuðlar fullveldinum og sær teir stóru møgulleikar hetta vil hava fyri vinnuna.
Danir yvirhøvur vilja hava ein greiða fullveldisrødd á teirra tingi sum greitt tosar áhugamál føroyinga. Kommercielt hugsandi, konstruktiv tjóðveldisfólk sum skoða framyvir og sum duga og tora at samstarva við danir. No more monkey-business.