Tjóðveldi biðjur Kaj Leo hjálpa sær at loysa

Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður
-------------



Tú veitst ikki um tú skalt gráta ella flenna, tí hetta er hóast alt eitt álvarsmál.



Á skránni fyri tingfundin fríggjadagin stóð eitt uppskot frá Tjóðveldi, um at loysa úr ríkisfelagsskapinum. Málið hevur ligið í uttanlandsnevndini í eina tíð, men nú varð skotið upp at krevja tað úr aftur nevndini, soleiðis at tað kundi verða avgreitt.

Eg má rósa teimum tingfólkunum, sum sóu støðuna ov álvarsama til at taka undir við uppskotinum, og tí vóru við til at fella tað.

Meðan fíggjarnevndin leitar eftir smápengum
Seinastu vikurnar hevur fíggjarnevndin hjá løgtinginum arbeitt dúgliga við karmunum fyri 2012. Toganin hevur verið øðilig, tí onkur vil hava eina millión flutta henda vegin, meðan onkur annar vil hava tvær milliónir ein annan veg. Eisini hevur spurningurin verið frammi, um hvussu býtið skal vera millum sparingar og hækkað avgjøld.

Áðrenn løgtingið fekk uppskotið til viðgerðar, vóru eisini harðar samráðingar í landsstýrinum um sama mál, og tað endaði við, at samgongan slitnaði.

Í tølum eru ósemjurnar kanska ikki so stórar, men roknistykkið má so ella so ganga upp.

Loysing
Mitt í øllum hesum rokinum, kemur eitt uppskot klaskandi inn á tingborð um at loysa Føroyar úr ríkisfelagsskapinum. Nú tosa vit ikki bara um nakrar fáar milliónir henda veg ella handa veg, ella onkra lítla skattahækking, nei nú stendur ein heil milliard uppá spæl. Góðar 600 mió. krónur í blokkstuðli umframt aðrir ágóðar frá ríkinum skulu strikast av fíggjarlógini við einum pennastroki. Nú ber knappliga alt til.

Og har sótu vit í løgtinginum á miðari nátt og kjakaðust um, hvør skuldi gjalda fyri barnsins fyrsta sjúkradag. Og úrslitið gjørdist, at arbeiðsgevararnir fingu rokningina, tí sagt varð, at landskassin hevði ikki ráð at gjalda - sami landskassi, sum somu fólk siga, hevur ráð at missa yvir 600 mió. krónur um árið! Hvar er logikkurin?

Hóskandi kundi verið at spurt, um ætlanin er at spara allar 600 milliónirnar, ella um føroyingar skulu gjalda 600 milliónir meira í skatti? Ella skulu kanska 300 milliónir finnast við sparingum og hinar 300 við skatti? - Fólk mugu vera blivin óð í høvdinum.

Soðið tynnist
Ein troyst í øllum hesum er tó, at føroyingar hava fingið eyguni upp fyri fullveldisvandanum, og tí er undirtøkan fallandi.

Fullveldislandsstýrið frá 1998 hevði hóast alt eina ávísa styrki. Meirilutin á løgtingi fylgdi teirra ætlan, og embætisfólkini spældu eisini væl við. Nú má harafturímóti sigast, at Tjóðveldi er munandi viknað, tí nú skjýtur flokkurin upp at fáa løgtingið at heita á ein sambandsløgmann um at fyrireika loysingina, so har kunnu ikki vera nógv skot eftir í byrsuni. Skuldi tað hent, at løgtingið samtykti uppskotið, so hevði tað framvegis verið upp til Kaj Leo Johannesen at gjørt av, hvussu nógva orku hann skuldi lagt í hetta arbeiðið, og kenni eg hann rætt, so hevði loysingin neyvan fingið hægstu raðfesting.