Tjóðveldi 60

Oddagrein:

Í hesum døgum eru liðin seksti ár, síðan Tjóðveldisflokkurin varð stovnaður. Flokkurin var eitt úrslit av fólkaatkvøðuni tann 14. september 1946, ið gav ein lítlan meiriluta fyri loysing. Loysingin varð av ongum, og vónsvikin loysingarsinnað fólk tóku seg saman og stovnaðu nýggjan flokk við loysing á skránni. Tjóðveldisflokkurin, sum flokkurin nevndist, helt frá byrjan eina sterkt vinstrahalla kós umframt, at loysingin var fremst á skránni. Flokkurin markeraði seg frá fyrsta degi sterkt í føroyskum politikki. Við Erlendi Patursson, sála, hevði flokkurin ein framúrskarandi og vælútbúnan formann.

 

Fyrstu árini rak flokkurin ein politikk, ið fevndi um eina kompromisleysa tjóðskaparkós. Men samstundis rak flokkurin ein sterkt vinstrahallan og miðvísan politikk í ávísum merkismálum. Lønar- og almannakor fiskimanna, læknastríðið í Klaksvík, búskaparkreppan í fimmtiárunum, sjómarksmálið og NATO málið myndaðu góðan gróðrarbotn fyri einum slíkum politikki.

 

Flokkurin vann undirtøku og stjórnarábyrgd undir heimastýrislóg, sum í floksins eygum var og er avynnubarnið í føroyskum politikki. Hann var soleiðis við í sjálvstýrissamgonguni í 1963, vísti seg sum stjórnardugnaligan og pragmatiskan. Nýggj ættarlið komu til, meira pragmatikkur og aðalmálið tóktist blána í sjónarringinum, men valdið fall væl, og tómligt gjørdist vinstrumegin í politiska spektrinum. Politikkur snýr seg nú einaferð um vald og valdið at býta ágóðar samfelagsins. Í sjeytiárunum framdi eitt nýtt ættarlið í Javnaðarflokki, Fólkaflokki og Tjóðveldisflokki í eini óvanligari samgongu stórar broytingar á týðandi samfelagsøkjum, og lutur Tjóðveldisfloksins lá ikki eftir.

 

Eftir kreppuna í nýtiárunum sá nýggi formaðurin teir tjóðskaparpolitisku møguleikar, sum kreppan bar í fangi. Knappliga var fullveldið í eygsjón. Fullveldislandsstýrið royndi úti sum heima nýggjar politiskar leiðir og loysnir í tjóðskaparliga stríðnum. Men samgongan helt ikki. Flokkurin misti stjórnarvald, og formaðurin fór miðvíst undir at nútímansgera flokkin við nýggjum navni og nýggjari skrá, sum niðurtónar loysingina hóskandi til nýggja tíð. Við Høgna Hoydal hevur Tjóveldi fingið ungan karismatiskan, dugnaligan og djarvan formann – ein genialan kommunikator, sum sameinar tað hugsjónarliga við tað pragmatiska. Hann hevur megnað at savnað ung vælútbúgvin fólk rundan um seg, og hetta er ein styrki fyri flokk og formann. Tjóðveldi hevur prógvað sítt virði í føroyskum politikki, og brúk er sjálvandi fyri flokkinum, ið aftur hevur stjórnarvald. Hóast broyttur frá at standa á odda í stættarstríði fiskimanna- og verkamanna í fimmtiárunum til at vera forsprákari fyri liberalum marknaðarbúskapi í nýggju øldini, stendur hann sterkur. Vit ynskja hjartaliga tilukku og minna á, at teigar og útvarpsrás okkara enn sum áður eru tøk í politiska orðaskiftinum og í samskiftinum við Føroya fólk.