Tjóvar gjørdu um seg í Sheffield

Manchester City leikararnar kundu í gjár fara av vøllinum við høvdunum niðurboygdum, tá teir vórðu útslignir av Championship liðnum Sheffield United á útivølli.

 

Her steðgaðu trupuleikarnar ikki hjá City leikarunum, ið máttu ásanna, at tá teir komu í skiftingarrúmið, høvdu tjóvar gjørt seg inn á ognir teirra, meðan dysturin var í gongd.

Sjey leikarar høvdu millum annað mist ur, fartelefonir og reiðan pening, alt meðan liðini bæði spældu ein spennandi FA Cup dyst á Bramall Lane í Sheffield.

 

- Vit kanna málið um stuldurin, og vit hava rapportera at sjey persónar hava mist ur og fartelefonir, umframt at teir eisini hava mist pening á virði fyri 20.000 krónur, sigur ein talsmaður fyri South Yorkshire Police fyri The Daily Mirror í morgun.

 

City-leikararnar vóru eisini sera óhepnir á vøllinum, tá Sheffield United tók leiðsluna. Frammanfyri málverjan, Joe Hart ruku ein rúgva av ballónum aftur og fram, ið City viðhaldsfólkið hevði havt við sær. Ballónirnar skaptu miklan ruðuleika í serliga einari støðu, tá innlegg kom úr vinstra borði. Hendan ruðuleikan megnaði Luton Shelton at umseta til mál, og so vóru Sheffield United á sigurskós. Teir skoraðu aftur stutt eftir byrjunarmálið, og gestirnar megnaðu bert at minka um munin við einum máli, og so vra greitt at enn eitt Premier League lið varð rikið út úr søguríku ensku steypakappingini, ið byrjaði heilt afturi í 1872.