Tjóvar fingu fleiri fløskur av rúsdrekka við sær

Innbrotstjóvarnir sum brutu inn í Rúsuna í nátt, fóru ikki tómhentir av avstað aftur

Tað er nú greitt, at innbrotstjóvarnir, sum brutu inn í Rúsuna í nátt, fóru ikki tómhentir avstað aftur

 

Tað var mitt í nátt fekk løgreglan boð um at tað hevði verið innbrot í Rúsuni í Havn. Innbrotstjóvar høvdu brotið eitt vindeyga í køkini upp og vóru farnir inn tann vegin.

 

Og nú er so gjørt upp, hvat tjóvarnir hava stolið. Løgreglan sigur, at tjóvarnir hava stolið 21 fløskur av ymsum sløgum av rúsdrekka.

 

Tað var ikki so langt hjá teimum at fara, tí rúsdrekka, sum stolið varð, stóð alt í køkini.

Løgreglan kannar nú málið, men veit ikki enn, hvørjir tjóvarnir eru