Fortreytir: Tjóðskapur er ikki ein treyt fyri bókmentir. Skaldskapur og bókmentir eru fortreytir fyri bókmentaligari menning. Høvundarnir skulu sjálvsagt hava eitt mál, duga at málbera seg og hava okkurt at skriva, men tað er í grundini líka mikið á hvørjum máli bókmentirnar eru. Uttan tá ið bókmentir verða fataðar sum tað evsta prógvið um tjóðskap – tá verður málið avgerandi.
Skrift
Skriftmál okkara var av fyrstan tíð skapað fyri at prógva, at tað er eitt mál, og fyri at geva innsavnarunum av kvæðunum eitt betri arbeiðsamboð enn tey høvdu frammanundan. Skriftmálið hevur verið fortreytin fyri, at føroyskt kundi verða endurreist og ment fram til tað, tað er í dag – eitt mentamál á høgum stigi. Málið er síðani gjørt til tað mest týðandi symbolið fyri føroyskan tjóðskap – og bókmentir hava fyri ein sera stóran part orðað tað føroyska og skapað fatanina av tí føroyska. Men føroyskar bókmentir vóru leingi skrivaðar bæði á føroyskum og á donskum. Nú eru føroyskar bókmentir so at siga einmæltar. Summi skriva tó á donskum – eitt nú Ole Wich, sum má sigast at vera føroyingur, um ikki av uppruna so eins og fleiri onnur, tí hann hevur valt tað.
Ein megi ....
Nei, tjóðskapur er ikki ein fortreyt fyri bókmentir, men eingin ivi vera um, at tjóðskapur hevur verið ein øgiliga sterk megi í føroyskari mentan. Tjóðskapur sum hugsanin um, at Føroyar eru nakað serligt, og at føroyska málið er nakað heilt serligt. Hugsi bara um fosturlandsyrkingina, sum frá 1876 og nakað fram um aldaskiftið 1900 skapaði tær fyrstu myndirnar, av hvat Føroyar eru og hvat tað vil siga at vera føroyingur.
... sum skúgvar annað til viks
Tjóðskapur hevur altso verið ein kraft. Men hann hevur eisini verið ein kraft so stór, at mest sum einki annað hevur hoyrst. Yrkingar og søgur, sum ikki settu tað føroyska í miðdepilin hava næstan ikki verið eftirgáaðar.
Konutala og tjóðskapur
Tjóðskaparliga talan hevur verið mans tala, sum kundi saktans vera seg um konur, men tær talaðu ikki sjálvar. Tað er í sjálvum sær ein royndur postkolonialur lutur, sum t.d. indiski samfelagsfrøðingurin Partha Chatterjee hevur víst gjørdi seg galdandi í indiskari tjóðarbygging. (Postkolonialisma í menta- og bókmentafrøði er øll ávirkan frá tí at eitt land gerst koloni og heldur fram eftir at tað er blivið sjálvstøðugt). Føroyskar konur royndu í 1899 at taka orðið og skapa eina kvinnuliga talu um tjóðskap, men tær vórðu skjótt teptar við ákærum um at spilla føroyska mentan, tí tær gingu í mótaklæðum! Sum í øðrum (fyrrverandi) kolonium er tað eisini í Føroyum soleiðis, at tað sum er radikalt og politiskt progressivt í einum samanhangi, kann vera køvandi og kúgandi í einum øðrum.
Uppírokandi tjóðskapur
Hvussu nógvar fosturlandssangir hava konur yrkt? Fáar, men ein tann fyrsti er sangurin um tjaldursungan, sum fór heiman at læra mál. Maria Rebekka Mikkelsen hevur yrkt hann í 1911, og hann er nr. 57 í Føroya Fólks. Tað sum sermerkir henda sangin um málið, er ein uppíroknandi og opin hugburður. Tjaldursungin frøist um at læra onnur mál, vil ikki bara at duga sítt egna.
Tjóðskaparatfinningar
Eftir seinna heimsbardaga, tá ið tann fyrsta tjóðarbyggjandi bylgjan er farin afturum, ber betur til. Fram koma kritiskar røddir móti tí ráðandi hugmyndum um tað føroyska.
Vit fáa tær fyrstu stóru skaldsøgurnar hjá Jens Paula Heinesen, sum eru sera atfinningarsamar móti tilburðum og tendensum í føroyskari mentan. Eg hugsi um Tú upphavsins heim og seinni Frænir eitur ormurin, har kreppurnar í 1950’unum, klaksvíksstríðið og mótstøðan móti NATOstøðini spæla við Og vit fáa tað fyrsta føroyska modernistiska yrkingasavnið í 1963 eftir Guðrið Helmsdal. Tað viðger líka lítið, sum tær fáu konurnar, sum høvdu yrkt til tá, tjóðina og tað føroyska málið. Málið er sjálvsagt. Og tað ber til at yrkja fleiri málum. Guðrið hevur skrivað bæði á donskum og føroyskum.
Konur skriva
Men í teimum villu 80'unum, tá ið tjóðskaparideologiin ikki stóð so sterk longur – fingu konufólkini málið fyri seg. Har kom ein røð av skaldsøgum og yrkingarsøvnum eitt nú eftir Oddvør Johansen og Lydiu Didriksen, Marionnu Debes Dahl og Bergtóru Hanusardóttir, Astrid Joensen og Maluna Poulsen bara fyri at nevna nakrar, sum debuteraðu tá. Tær fingu sera góða undirtøku frá lesarum, men misjavnari hjá kritikarum. Endamálið við at nevna tær her er, at nústani tá bar til hjá konum at fáa skrivað meira enn einstakar yrkingar og søgur til bløð og tíðarrit. Hesar bøkurnar eru aloftast feministiskar – krevja rúm fyri royndum hjá konum, sum eru lítið lýstar í tjóðarbyggjandi bókmentunum. Og tær eru kritiskar móti tí føroyska. Malan Poulsen skrivaði t.d. yrkingina um "At vera listakvinna í Føroyum" og saman við Oddvør Johansen og Sigri Gaïni hevur hon víst á, at tað tjóðskaparliga virkar køvandi og kúgandi.
Bókmentaligar fortreytir
Nei, tjóðskapur er ikki ein fortreyt fyri bókmentum, men hevur verið ein positiv kraft umframt og kúgandi megi. Men treytirnar fyri góðum bókmentum eru enn her sum aðrastaðni at lesa bókmentir, duga væl at skriva og sjálvsagt at hava okkurt týðandi at skriva um.