Tjóðsangurin verður kanska strikaður

FIFA bossurin sigur seg ivast í, um tað tænir endamálinum, at tjóðsangirnir verða spældir undan øllum landsdystum

FIFA OG TJÓÐSANGURIN

Tað kennist veruleikafjart, at lagið hjá Peturi Alberg til Tú alfagra land mítt ikki skal ljóða undan hvørjum fótbóltslandsdysti, meðan spælararnir standa rættir, og teir flestu syngja við, og meðan áskoðararnir standa við húgvuni í hondini og syngja.
Men nú verður í FIFA høpi spurt, um tjóðsangirnir skulu strikast í sambandi við landsdystirnar. Tað er FIFA forsetin sjálvur, Sepp Blatter, sum hevur nortið við spurningin:
- Eg havi spurt meg sjálvan, um tað í framtíðini fer at tæna rætta endamálinum, at tjóðsangirnir verða spældir, og eg ætli, at vit skulu viðgera spurningin, sigur Sepp Blatter við Schweizer Illustrierte.
Orsøkin, at sveisiski FIFA forsetin er farin at hugsa soleiðis, er óskilið, sum tók seg upp, tá ið Sveis og Turkaland herfyri stríddust um eitt pláss í HM endaspælinum næsta summar. Tá ið sveisiski tjóðsangurin varð spældur í Istanbul hoyrdist púrt einki til lagið. Orsøkin var tann, at turkisku áskoðararnir bríkslaðu og á annan hátt órógvaðu so nógv, at tónleikurin fánaði heilt burtur. Turkarar søgdu, at talan var um hevnd, tí einki skuldi hava verið at hoyrt til teirra tjóðsang, tá ið teir spældu í Sveis.
- Hetta er ógvuliga óvirðiligt og niðrandi fyri tjóðarstoltleikan, sigur Sepp Blatter, sum eftir alt rokið í Istanbul, tá ið sveisararnir av góðum grundum kendu seg rættuliga hóttar, eisini hevur onnur uppskot at tryggja Fair Play.
- Tað hevði eisini borið til at álagt spælarunum, at teir eftir dystarlok skuldu tikið í hondina hvør á øðrum. Tað ber ikki til, at støðan eftir dystarlok gerst soleiðis, at liðið, sum hevur vunnið, ikki hevur møguleika at fagna sær sjálvum og áskoðarunum, men at glaðu spælararnir í staðin eru noyddir at taka beinini á nakkan og sum tjóvar skulu skunda sær undir tak, tí teir kenna seg heilt ótryggar og trongdar, sigur Sepp Blatter og sipar harvið til skemdardystin í Istanbul.