Tjøldrini eru komin

Nú er bert góð vika eftir til grækarismessu, tá tjøldrini koma.

Hesin tjóðarfuglur okkara hugsar helst ikki um dagfesting og hátíðarhald, men í instinkti sínum liggur tráðanin eftir at koma aftur til oyggjar okkara á hvørjum ár.

Fleiri staðir kring landið hava fólk hoyrt eyðkenda látið frá tjaldrinum, og onkur hava helst eisini borið eyga við henda vakra fuglin.

Staddur á Oyri um middagsleitið í gjár, kom myndamaður okkara fram á ein heilan flokk av tjøldrum, sum leitaðu eftir føði í nánd av Skeljavirkinum.

Hóast kuldan í luftini, kávaði hetta ikki út yvir tann veruleika, at nú er várið brádliga í hondum.

Verð vælkomið enn eina ferð til land okkara!