Tjóðhátíð í Prestlág

Í morgin fara íslendingar og vinir Íslands at halda tjóðardagin í viðarlundini ið Vesturkirkjuna

Fríggjadagin skipar felagið Frón fyri haldi í sambandi við tjóðhátíð Íslands.

Tiltakið byrjar kl. 17.00 og verður í viðarlundini í Prestlág. Hetta er yvir av Vesturkirkjuni, á horninum millum Landavegin og Frælsið.

Felagið Frón, ið er felag hjá íslendingum og íslandsvinum í Føroyum, grillar pylsur og boðið verður kaffi, te og pannikøkur, eins og okkurt drekkandi til børnini.

Gestarøðari verður Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavn.

Um neyðug verður at flyta tiltakið orsakað av veðrinum, verður tað lýst á heimasíðu felagsins www.fron.fo