Í greining síni av føroyska búskapinum vísir Tjóðbankin á uppskotið til nýggja fiskivinnunýskipan og nevnir ætlaðu uppboðssøluna.
- Hetta kann møguliga økja lutin hjá landsstýrinum í tí óvanliga stóra yvirskotinum og lønunum í fiskivinnuni, sum stava frá ókeypis ella bíligari atgongd til felags fiskatilfeingi, skrivar Tjóðbankin.
Tjóðbankin vísir á, at yvirskotið hjá føroysku fiskivinnuni var á leið eina milliard krónur í 2015.
- Tann ætlaða marknaðarstýrda tilgongdin í nýskipanaruppskotinum, sum møguliga økir um lutin hjá landskassanum av tilfeingisrentuni, er jalig, og eigur at geva eitt munagott ískoyti til at tryggja eitt langtíðar búskaparpolitiskt haldføri, skrivar Tjóðbankin, sum tó leggur dent á, at tað er týdningarmikið, at útboðið verður merkt av gjøgnumskygni og at landsstýrið tryggjar vinnuni langtíðarloyvi, sum stuðla undir íløgurnar í fiskivinnuna.
Tjóðbankin heldur tó ikki, at fiskivinnunýskipanin er nokk fyri at tryggja langtíðar haldføri hjá føroyska búskapinum. Til tess má pensjónsaldurin eisini hækka.
- En stigvís hækking av pensjónsaldrinum frá 67 til 72 ár fram til 2048 kann loysa ein part av trupulleikanum við haldførinum hjá føroyska búskapinum, skrivar Tjóðbankin.