Jóhanna Sigurðardóttir hevur tveitt íslenska tjóðbankastjóran, David Oddson, og báðar varamenn hansara til hús Nýggi stjórnarleiðarin hevur boðað frá, at fleiri átøk verða sett í verk, nú uppgávan er at endurvinna álitið á íslendska búskapin.
Eitt av átøkunum er, at fyrrverandi stjórnarleiðarin, Dávid Oddson, er koyrdur til hús. Og tað sama er galdandi fyri báðar næstu menninar hjá honum.
- Eg havi sent teimum bræv, har eg havi biðið teir um at taka seg úr størvum sínum og stundini, segðiJóhanna Sigurðardóttir í samrøðu við íslenska útvarpið fyrr í dag.