BERGUR HANSEN
Seinni partur
Nationalstaturin sum harðrent amboð
Tjóðarlig symbol eru kollektiv savningarmerki, sum eru ætla at sjóða fólk saman og skapa samleika. Fólk og tjóð eru ikki altíð tað sama, og her hevur nationalstaturin ofta roynst harðrendur mótvegis teimum, sum vóru innan fyri mark, men sum ikki passaðu so væl inn í myndina av tjóðarsamleikanum. Í Svøríki brúkti svenska stjórnin fleiri hundrað ár uppá at forsvenska fólkið í Skåne, Halland og Blekinge eftir at hesir fyrrverandi donsku landspartar vóru hertiknir af Svøríki í 1658. Hetta var ein liður í royndunum hjá flestu evropeisku statunum at skapa samsvar millum hugtøkini statur og tjóð við at "nationalisera" teir ymisku etnisku bólkarnar, sum livdu innan fyri landamark. Eitt hent amboð í hesum politikki hevur verið nógv brúkt tjóðarsymbol og royndir at skapa nýggj tjóðarsymbol, sum kappandi politisku flokkarnir hava verið ídnir at brúkt, tá teir skuldu venda sær til veljarnar. Endamálið við hesari agitatión hevur ikki verið serstakt tjóðarlig, men av tí at tjóðarsymbol eru vælegnað til kensluliga manipulatión hevur hetta verið hent amboð í stríðnum um maktina.
Nationalisma og seksualitetur
Tjóðarsymbol og tjóðskaparkensla skapa tryggleika. Inge Adriansen undirstrikar, at tekur tú rættin til tjóðskaparkenslu frá fólki, so vendir hon aftur sum ódjór - á sama hátt sum listamaðurin Goya á sinni segði um skynsemi, at tá skynsemið svevur verða ódjór skapt. Nationalisma er vandamikil og ofta trongskygd og sær sjálvari nóg mikið, men vandamikid er eisini at ignorera ta felagsskapskenslu hon ber í sær. Adriansen nevnir í hesum sambandi samdømi millum nationalitet og seksualitet. Tað er við tjóðskaparkensluni sum við seksualitetinum. Tad vandamikla vid seksualitetinum var ikki - sum fólk annars hildu - sjálvur seksualiteturin, men - sum Freud segdi - burturtroðkanin av seksualitetinum. Hetta ikki sagt fyri at gera nationalismuna harmleysa, hon er lívshættislig, tá hon við orðum William Heinesens vísir síni "fædrelandssyge øjne", men hon blívur ofta lívshættislig, tá felagsskapskenslan verður beind av vegnum. Tað var hetta, sum hendi beint áðrenn Hitler kom til maktina. Undanfarna keisaratídin skuldi troðkast burtur undir Weimarrepublikkini 1919-1933, og tað endaði við einum tómrúmi, har tjóðarsymbol blivu troðka burtur við tí úrslitið at ódjór komu til maktina. Ella sum Ulrich Beck sigur: "Det nationale bliver monopoliseret af ekstremister, hvis de moderate negligerer det".
Einoygd nationalisma hevur gjørt, at nationalismu-granskarar vanliga leggja sjógv millum seg og allan tann symbolheim, sum loðar uppi við tjóðini. Í bókini Nationale symboler ger Inge Adriansen greitt, at hon ikki meinar, at hesin hugburður er haldgóður, tí tað er ein grundleggjandi menniskjaligur tørvur at vilja hoyra til ein felagsskap. Hon vísir í hesum sambandi á, at tjóðarligur ella tjóðskaparligur samleiki verður roknað sum universell rættindi og stendur sum artikkul nr. 15 í mannarættindayvirlýsingini, sum ST viðtók í 1948. Nationalisma kann skapa trupulleikar og vanlukkur, men at avnokta kollektivan, tjóðarligan samleika kann eisini volda trupulleikar.
Hvønn veg peikar reetnifiseringin?
Við hesum tvinnanda týdningi av nationalismu í huga, má spyrjast: hvønn veg peikar føroyska reetnifiseringin, sum vit hava verið vitni til í Føroyum seinastu tíðina?
Kenslan av, at nationalstaturin er við at ganga undir undir stóra trýstinum frá globaliseringini hevur sett sín dám á fakliga og politiska kjakið í 1990-unum. Hesa kenslu kallar Adriansen ta sálarfrøðiligu grundina til øsingina, sum kjakið um innflytarar og tjóðarliga virðisgrundarlagið hevur elvt til allastaðni í Europa. Við ella uttan stat - tjóðin kennir seg hótta av innflytarastreyminum, og hetta hevur givið nationalismuni vind í seglini aftur. Nationalstatirnir er eisini viknaðir av, at maktin so líðandi seyrar úr serliga lóggevandi valdinum og yvir í transnationalar fyritøkur. Tað er onki at undrast á, at soleiðis er vorðið, tí fólk kenna, at tjóðareyðkenni og siðbundna felagsskapskenslan verða kúgað av skjóttgangandi menningini, stórbroytingum í lívsmynstrinum og nógvum fólki úr fremmandum mentanum.
Við øðrum orðum ein kann skilja nýsprotnu nationalismuna sum eina natúrliga konservatismu. Men er tað nóg mikið at skilja, vera forstandandi mótvegis fólksins reaktión mótvegis nýggju vindunum? Eitt modernað tiltak, sum ofta sæst á sitatplakatum í Danmark ljóðar: "At forstå alt er at tilgive alt". Tað er stuttskygt at taka hetta til eftirtektar. Heldur átti tiltakið at ljóða: "At skilja alt er ikki tað sama sum at fyrigeva øllum". Tað er við øðrum orðum í lagi, at ein skilir natúrligu konservatismuna, tí fólk eru bangin, men ikki í lagi, at ein passivt einans lurtar eftir irrationellum angistsignalum í staðin fyri at fínstilla antennurnar og venda sær móti veruleikanum sum er.
Í árunum sum koma skal føroyska reetnifiseringin og reaktiveringin av tjóðskaparkensluni standa sína roynd. Er hon bert ein vanlig markering av hátíðarskrúði, eitt postmodernistisk fyribrigdi, eitt mótafyribrigdi, hugnaítrív, sum er sær sjálvum nóg mikið, ein roynd at finna seg aftur og stíva seg av sum føroyingur aftaná eyðmýkjandi bankakreppuárini ella kanska okkurt annað? So hvørt sum mentanarliga globaliseringin við tolsemi og margfeldni á skránni troðkar seg longur og longur inn á Føroyar og fleiri innflytarar av sonevndum fremmandum uppruna fara at søkja um at uppihaldsloyvi og grundstykki kanska eisini í landinum, so fara vit at síggja, hvønn vegin tingini fara at hella. Sum er eru bæði positiv og negativ signal. Kjakið er fríari enn nakrantíð, vil eg halda, tey ungu opnari enn nakrantíð, men skonin á fremmandaótta hevur eisini víst seg í hurðargloppinum. Veingjasløgini frá modernitetinum skapa turbulens beint yvir høvdinum á Billi og Jenisi, men hvat fara føroyingar at siga? Og nú er val eisini.
Siðbundnir felagsskapir ella hvørji eru ?vit??
Nationalstaturin er eitt av teimum hugtøkum, sum av álvara er vorðið nýmett seinasta áratíggi. Nationalstaturin er vorðin hartaður fyri at hava eina konservativa fatan av, hvørji ?vit? eru. Tað er ikki vorðið minni torgreint at vera tann ein er og heldur ikki tað vit eru. Minni enn nakrantíð áður kann ein uttan nakað spyrja, hvørji vit eru, tí hvat merkir ?vit?? Er ?vit? teir siðbundnu felagsskapirnir sum familjan, tjóðin og religiónin ella meira modernaðir felagsskapir sum áhugabólkar og tey mongu ?vit?, sum sergreiningin hevur alt fram í og uttan fyri ?netið?. Takkað veri internetinum, tí accelererandi mentanini koma menniskju saman meira enn nakrantíð áður. Einstaka menniskjalívi hevur fingið fleiri rúm at spíla seg út innan fyri og upplivir á ein bógvin sergreiningina sum eina frígering frá siðbundnu felagsskapunum, sum kunnu vera tungir at dansa við, og á hin bógvin sergreiningina sum ráðaloysi.
Sergreiningin krógvar hópin av spenningum, har spenningurin millum ein opnan og ein meira avmarkandi innflytarapolitikk er millum teir ráðandi. Innflyting og útflyting fer fram í tjóðum ella londum, men ikki øll lond hava havt eins stóra eydnu at fáa innflytararnar tillagaðar nýggja heimlandinum. Hetta hevur gjørt, at kjakið um innflytarar nógvastaðni er vorðið meira trupulleikaskoðandi enn neyðugt er, og avleiðingin hevur verið, at innflyting sum ein møguleiki hevur havt lítlan ella ongan áhuga. Trupulleikaskoðanin hevur serliga sín uppruna í fatanini av einari tjóðskaparligari eindarmentan, som er vorðin støðugt torførari at tvíhalda um so hvørt sum globaliseringin økir sítt trýst á og hevur broytt fyritreytirnar fyri tilveruni hjá tjóðunum.










