MEN hon hevur eisini nakað grundleggjandi, sum savnar tjóðina og sum er við til at skapa tann føroyska samleikan. Eitt er summarstevnan við tjóðarítrótt okkara, kappróðrinum. Eitt annað er ólavsøkugudstænastan við skrúðgonguni, sanginum á Tinghúsvøllinum og løgtingssetanini ólavsøkudag.
HETTA er tann formligi parturin, sum vit hava hildið fast um í mong ár, og sum vit eisini fara at halda fast um, tá vit hava fingið eina nýggja stjórnarskipan, sum alt bendir á, at vit fara at fáa. Gudstænastan og løgtingssetanin ímyndar kristna grundstøðið hjá føroysku tjóðini og tann stjórnarliga myndugleikan her á landi.
Hetta er sjálv hátíðarløtan, sum tíverri alt ov fá fáa við, tí ólavsøkuaftan gjørdist ov drúgvur ella tí at ov nógv var innanborða. Ólavsøkan er jú eisini veitslan fram um allar aðrar veitslur. Blíðskapurin og versskapurin er góður og ímyndar føroyskan hugburð, tá hann er bestur. Tað er jú eisini á ólavsøku, at mong hittast á fyrsta sinni ? í dansi, í gonguni oman eftir og niðan eftir, í veitslulag ella í samkomum.
ÓLAVSØKAN er ein partur av mentan okkara, og í øllum hurlivasanum eru mong mentanartiltøk á skránni. Tann stóra listaframsýningin er eitt. Sangurin á Tinghúsvøllinum er eitt annað. Andaligi sangurin hjá samkomunum er eitt triðja. Ólavsøkukabarettin er eitt og tann stóra poppkonsertin er upp aftur eitt annað. Og so framvegis og so framvegis.
SAMANUMTIKIÐ er ein stórfingin hátíð, sum nógv gleða seg til og tí stevna til Havnar, samstundis sum nógv havnarfólk rýma undan og út á bygd. Tað er jú eisini tey, sum halda, at ólavsøkan er nakað tvætl, ein drukk- og rukkuveitsla, sum ein mentað tjóð ikki eigur at góðtaka. Hesi sakna kanska tað meira fólksliga, sum samanbindur fólk í tí stilla.
MEN ólavsøkan er ólavsøkan. Vøkan til minnis um Ólavs hin Heilaga. Karmarnir eru har og so stendur tað upp til tann einstaka at hava eina góða ella minni góða ólavsøku. Sjálvandi ynskja tey flestu, at rok og ólevnaður er sum minst, og at hátíðardámur saman við tí sømiliga veitslulagnum er í hásæti. Og við hesum orðum ynskir Sosialurin øllum føroyingum ? á bygd og í bý ? eina góða ólavsøku.