Tíverri vera sakleys fólk mistonkt!

Tá eg játtaði at siga mína søgu um kynsligan ágang í grein í Sosialinum, var eg greið yvir, at tað fóru at koma reaktiónir.  At søgurnar og gitingarnar blivu so nógvar, hevði eg ikki væntað.

 

Orsøkin til at eg valdi at siga mína søgu er, at hetta er besti máti at koma hesum stóra trupulleika til lívs. Hóast eg gjølla umhugsaði tað, ið eg tók fram í míni søgu skilji eg, at tað eru misskiljingar millum fólk.

 

Tað harmar meg og ikki minst tað, at fólk eru farin at gita hvør gerningsmaðurin er. Tí vil eg hervið biðja tey fólk, ið verða mistonktu um umbering.

 

Fyri at reinsa tey ið verða mistonkt, kann eg upplýsa, at maðurin ið gjørdi seg inn á meg, ikki er úr Eysturoynni.

 

Eg havi ikki rætt til, at upplýsað navnið á manninum. Um eg kundi, veit eg heldur ikki, um tað hevði gjørt søguna ørðvísi. Maðurin er meldaður og tann partin av søguni lati eg upp til løgregluna. Eg eri hvørki ikki ill ella beisk. Eg ynski at síggja frameftir og seta sjóneyguna á, hvussu ein kann fáa eitt gott lív eftir, at ein er útsettur fyri kynsligum ágangi.

 

At enda ynski eg at takka øllum, ið hava stuðlað, ringt og skrivað til mín í samband við greinina.