TITANE - Body Horror í Filmsfelagnum

Við nýggjasta Cannesvinnaranum, ”Titane”, vísur Ducournau hyggjarum inn í eitt skakandi umhvørvi.

Gylti Pálmavinnarin í Cannes í fjør var filmurin ”Titane”, sum franska Julia Ducournau (f.1983) gjørdi. Hennara sjangra er body horror og longu í fyrsta filminum ”RAW” gjørdi hon vart við seg í Cannes og úti í heimi annars. Tann søgan var um ein vegetar, ið fekk smakk fyri kjøti.

 

Við nýggjasta Cannesvinnaranum, ”Titane”, vísur Ducournau okkum aftur inn í eitt skakandi umhvørvi.

 

Sum í eini nøtrisøgu, hoyra vit fyrst um eina røð av óloystum brotsgerðum, og at ein faðir finnur sonin, sum hevur verið horvin í tíggju ár.

 

Men filmurin ”Titane” er um Alexiu, ið er dansari.

 

Hon hevur stríðst við barndómstrauma, og er ikki á nakran hátt ein kvinna av tí vanliga slagnum, tú til gernadis møtir á gøtuni.

 

Umframt eggjandi dans við eldmálaðum bilum, drepur Alexia tilvildarlig fólk, hon møtir á gøtuni um náttina.

 

Tað er avbjóðandi grundstøðið, premissurin, sum Julia byggir villa body horror filmin um Alexiu á. Tó er hetta ikki ein hópdrápsfilmur við kvinnuligum høvuðsleikluti og motivi. Tvørturímóti.

 

Filmiski søgustílurin hjá Juliu Ducournau er, at vit ongantíð kunnu gita, í hvørja ætt hon vil snara hesa sjáldsama stóru og hugtakandi søgu, sum danska avísin Børsen kallaði ársins villasti filmur.

 

Danski filmsútleigarin Another World Entertainment heldur fram og sigur: “Det er nemlig ikke til at forudse, i hvilken retning den vilde fortælling bugter sig hen. Filmen tager således på grænseoverskridende og grotesk vis også livtag med en række universelle tematikker. Bl.a. netop traumer, videre til både sorg, afsavn og sex.”

 

Danska Medieraadet setir 15 ára aldursmark á filmin ”Titane”.

 

Filmsfelagið vísir filmin 09/03 kl. 20:00.

 

##med2##

 

##med3##