– Falli ikki í fátt, flyti ikki.
Soleiðis ljóðaði inniliga áheitanum frá Jenisi av Rana, løgtingsmanni, á fámjiningar, tá ið hann helt flaggrøðu fyri teimum seinnapartin í gjár.
Í røðu síni nam Jenis av Rana eisini við brennandi ynski hjá fámjiningum um at fáa tunnil til bygdina fyri at sleppa undan at koyra um Ørðaskarð, sum man vera eitt tað vindharðasta plássið í landinum.
Eitt nú kann nevnast, at í hálvtannað ár hava Bygdaleiðir heilar 41 dagar avlýst koyringina til Fámjins og fámjiningar hava fleiri ferðir ført fram, at vánaligu umstøðurnar eru ein høvuðsorsøk til, at bygdin er í fullari ferð við at verða avtoftað.
Seinastu tíðina hevur nógv verið tosað um at gera tunnil til Fámjins og spurningurin er eisini viðgjørdur á Løgtingi fleiri ferðir.
Men politisk semja er um, at tunnilin til Dals skal gerast áðrenn og so skal tunnilin til Fámjins gerast aftan á.
Men Jenis av Rana segði fyri Fámjiningum, at hann er sannførdur um, at tað fer at ganga nógv skjótari at fáa tunnil til fámjins enn nakar væntar.
– Væntandi og vónandi fer tunnilin at birta ein neista í fámjiningum sum ger, at teir ikki stíga í fotasporunum hjá teimum, sum, av væl skiljandi orsøkum, longu hava stungið í sekkin og eru flutt, segði Jenis av Rana.
– Mín vón er, at tit hyggja longri fram, bretta upp um armar, hugsa um teir, ið slóðaðu fyri, og at tit verða verandi í bygdini.
– Mín inniliga áheitan á tykkum er: Haldi á, gevist ikki á hondum, men trúgvi teirri sjón, eygu tykara síggja. Síggið fyri tykkum tann dagin, tá ið tit, beint vestanfyri landsfjósið í Øravík, koyra inn í fjallið, og eina stutta løtu seinni koma undan vestanfyri, og síggja bygdina fyri eygum tykkara.
– Haldi fast við hesa sjónina, falli ikki í fátt og flyti ikki, tí persónliga eri eg sannførdur um, at løtan til hetta hendir, er nógv nærri, enn nakar væntar, segði Jenis av Rana.
Og hann legði afturat at tað verður eisini løtan, tá ið onnur enn fámjiningar fáa tann framíhjárætt at uppliva eina av Føroya vakrastu bygdum, gjøgnum tað ferðavinnuvirksemi, og annað virksemi, sum uttan minsta iva, fer at blóma í Fámjin.
– Tá fara tit skjótt at gloyma darvandi veðurforsagnir og avlýsingar, og tá fara tit skjótt at gloyma, hvussu tit stúrdu fyri tykkara børnum og ungu, sum vóri á veg um skarið í ivavveðri - fyri ikki at tosa um vandatúrar í ódnarveðri fyri at lukkast til Smyril, ella fyri at sleppa heim frá Smyrli, segði Jenis av Rana.











