Tit kveikja áræði í okkum øllum

Gunvá við Keldu, Borgarstjóri
----

Eg ynski at heilsa tykkum ítróttafólkum, sum vit so hugaliga hava fylgt hesar seinastu mánaðirnar. Okkara treystu ítróttafólk, sum hava lagt so nógva orku í at náa sínum málum, hava verið ein støðug kelda til inspiratión

Ulrik Wilbæk, sum vit øll kenna sum ein stóran kveikjara innan bæði ítrótt og politikk, sigur í eini av sínum bókum: At vinna er nógv meiri enn bert at gerast nr. 1. Eisini kemur hann í bókini inn á, at tað er umráðandi at duga at síggja fyri sær, at tað ber til at vinna, og at seta sær greið mál. Tað er bert ein sjálvur, ið kann motivera seg til at náa stórum málum, men við at vit sjálvi motivera okkum, og náa málum vit hava sett, so kunnu vit sum einstaklingar vera ein inspiratión fyri onnur. Hetta er júst tað eg hugsaði, nú tað hevur gingið so væl hjá okkara fólki í so nógvum ítróttagreinum.

Tað er ikki fyri einki, at býir og landspartar kring allan heim ganga høgt uppí teirra fremstu ítróttalið og íðkarar, tí teirra avrik hevur so stóra ávirkan á restina av lokalsamfelagnum. Tað er ikki bara lokalsamfelagið, tað snýr seg um, tí ítróttalið kring allan heim eru millum fremstu umboð fyri teirra heimstað úti í heimi.

Eg havi nevnt hetta dømi fyrr, men havi hug at tríva í tað aftur. Vit kenna ein bý sum Liverpool, við The Beatles og fótbóltsliðnum Liverpool FC er býurin kendur um allan heim. Tá ið vit tosa um heimsins størstu býir, munar Liverpool ikki nógv við sínum 450.000 íbúgvum, men óvanliga góð avrik innan mentan og ítrótt hava gjørt, at býurin í umdømi telist millum heimsins mætastu býir.

Eisini innan vinnuna í kommununi hava vit sæð stóra framgongd, sum gevur hesa somu inspiratión. Íverksetan birtist hjá einstaklinginum, men hevur so stóra ávirkan á nærumhvørvið, tí hesin motiveraði einstaklingurin gerst ein inspiratiónskelda.

Takk til tykkum frægu ítróttafólk, og tykkum sum arbeiða innan vinnuna, sum við tykkara kveikjandi atburði inspirera okkum øll.

Við bestu kvøðum um framhaldandi áræði.