Eftir tvey greið tap tykjast føroyingarnir í Viking Stavanger at hava fótað sær í fremstu norsku hondbóltsdeildini.
Í vikuskiftinum eydnaðist tað at vinna fyrsta sigurin í Rema 1000-liguni, og mikukvøldið gjørdist tað til enn ein stóran sigur, tá ið Viking á heimavølli vann 28-20 ímóti Sandefjord. Hálvleiksstøðan var 15-11.
Føroyingarnir í Viking áttu stóran lut í sigrinum, og stóðu fyri 16 av teimum 28 Vikingmálunum.
Kjartan Johansen skoraði sjey ferðir, Jónas Gunnarsson Djurhuus legði fimm mál afturat og Helgi Hildarson Hoydal var skrásettur fyri fýra mál.
Norski liðfelagin, Sebastian Waage Mossestad, var kosin dagsins leikari.
Tey sjey málini hjá Kjartan Johansen hendan dystin lyftir føroyska høgra bakkin upp á fjórða pláss á toppskjúttalistanum í deildini. Hann hevur skotið 27 mál í fýra dystum.
Næst á skránni hjá Viking er grannauppgerð ímóti Nærbø. Liðini liggja stavn um stavn í miðjuni á stigatalvuni.
Les eisini: Útisetar: Føroyingar syrgdu fyri søguligum stórsigri í Norra
Støðan í norsku "Rema 1000-liguni" (handball.no)
Nr | Lag | D | Stig |
---|---|---|---|
1 | Elverum | 4 | 8 |
2 | ØIF Arendal Elite | 4 | 7 |
3 | Drammen | 4 | 7 |
4 | Runar Sandefjord | 5 | 6 |
5 | Bækkelaget Håndball Elite | 5 | 5 |
6 | Kolstad | 4 | 4 |
7 | Nærbø | 4 | 4 |
8 | Viking Håndball | 4 | 4 |
9 | FyllingenBergen | 4 | 3 |
10 | Fjellhammer | 5 | 3 |
11 | Haslum HK | 3 | 2 |
12 | Halden Topphåndball | 5 | 2 |
13 | Sandefjord | 5 | 1 |