Tingmenn skulu greiða frá áhugamálum

Hósdagin skal uppskotið um áhugamál tingmanna til fyrstu viðgerðar í Løgtinginum.

Uppskotið hevur til endamáls at vísa fyri almenninginum júst hvørji áhugamál hvør einstakur tingmaður hevur.

Verður uppskotið samtykt skal hvør einstakur landsstýrismaður og løgtingsmaður upplýsa fyri almenninginum júst hvørji størv viðkomandi hevur havt. Eisini skal upplýsast um lønarviðurskifti, ognarviðurskifti og hvørjum áhugabólkum politikarin er limur í.

Tað er Kári á Rógvi, sum leggur uppskotið fram, og hann sigur í viðmerkingunum, at lógin er grundað á tær misfatanir og gitingar, ið mangan standast um áhugamál tingmanna.

Tingmenn hava skyldur at boða frá ávísum áhugamálum eftir stýrisskipan og samsýningarlóg, men hesar upplýsingar verða ikki savnaðar og kunngjørdar.

Hetta verður nú skipað í skrá, sum samanberast kann við aðrar skráir, ofta á enskum máli nevndar ”members’ interests” skráir.

Uppskotið kann lesast her:

www.logting.fo/files/casestate/11557/020.11%20Ahugamal%20tingmanna%20KaR.pdf