Jan Müller
Tað var landssstýrismaðurin í fíggjarmálum, sum tók samanum í orðaskiftinum um kolvetnisskattalógina. Fleiri tingmenn vildu vita, hví lógin skuldi koma í gildi júst framløgudagin 19. februar. Karsten Hansen, landsstýrismaður segði orsøkina vera hana, at man vil hava virkningin av virksemi við sum skjótast, um lógin verður samtykt.
Hann segði seg annars vera fúsan til at taka spurningin upp um at hava kunnandi fund. -Eg kann lova fyri, at tað verður skipaður fyri slíkum kunningardegi og áðrenn málið kemur til 2. viðgerð. Hetta er eitt álvarsmál sum vit øll mugu hava so stóran vitan um sum møguligt.
Karsten Hansen upplýsti, at tað verður arbeitt við at fáa tvískattasáttmálar uppá pláss, og soleiðis sum málið er í løtuni er best at fáa tvískattasáttmála við Bretland og Háland uppá pláss fyrst.
Umsitingarligi parturin av lógini verður klárur at fara í tingið einaferð í mars.
Tað er umráðandi, at vit hugsa gjølla ígjøgnum spurningin um serskatt. Landsstýrismaðurin vísti á, at serfrøðingar eru ógvuliga ivingarsamir í løtuni um, hvat man skal gera. Skal man hava serskatt, hvussu stórur skal hann vera osfr. -Londini rundan um okkum hava ógvuligar ymiskar loysnir, men nú eru vit upp ímóti eini príslegu, sum ger, at tað vendir eitt sindur annarleiðis, men tað kann skjótt broytast.
Mest umráðandi er at fáa eina skipan, hvar, ið øll, sum virka á føroyska økinum, verða fevnd av hesum skattagrundarlagnum. Allar útlendskar vinnufyritøkur, sum koma inn á føroyskt øki verða hervið skattskyldugar í Føroyum. Allir løntakarar, sum arbeiða hjá hesum fyritøkum blíva somuleiðis skattskyldugir her.
Tað verður fyrst og fremst skattingin av løntakarunum, sum fær virknkng, meðan partafelagskatturin verður tað berandi í framtíðini, um nakað kemur upp úr undirgrundini segði landsstýrismaðurin.
Hann vísit á, at reglurnar um serskatt eru ikki avgerandi fyri hetta uppskotið. Tað kemur so aftaná. Og so er tað eisini spurningurin, hvat vit ætla í sambandi við eitt alment oljufelag. Avgerandi er, at vit umhugsa væl og virðiliga, hvussu alt hetta verður skipað.
-Samaumtikið hava serskattur og royalty ikki stóran relevans akkurrát við teimum prísum sum eru nú. So eg fari at biðja um at man tekur væl ímóti hesum og lesur hetta lógaruppskot krittiskt. Tað kann skjótt blíva ein týðandi táttur í lívsnervuni í okkara samfelag. Tí er tað umráðandi, at vit hvør á sínum øki søkja okkum kunnleika til at taka støðu út frá.
Karsten Hansen vísti at enda á, at vit eftirhondini í okkara almenn skipan hava hópin av fólki, sum hevur kunnleika á økinum. Tað er neyðugt og gott, at man ger brúk av at tappa hesar keldur av vitan, sum eru, áðrenn støða verður tikin.