Tingmenn hjá sambandsflokkinum hava ikki spælt ærligt spæl

Heðin Mortensen sigur, at tað, sum er hent í sambandsflokkinum hesar seinastu dagarnar, líkist einum kvetti. Men tað fer at koma flokkinum aftur um brekkur.

Landsstýrismenn

? Hetta fer at koma okkum aftur um brekkur.
Tað heldur Heðin Mortensen.
Hann hevur verið løgtingsmaður fyri sambandsflokkin, men varð ikki afturvaldur hesuferð.
Og hann dylir ikki fyri, at eftir hansara tykki er tað ein vanlukka fyri sambandsflokkin, at hann ikki hevur fer at hava landsstýrismann úr Suðurstreymoy í hesum valskeiðnum.
?Suðurstreymoy er nógv størsta valdømi í landinum. Her býr ein triðingur av øllum veljarunum og tað er ein taktiskt mistak av teimum stóru, at sambandsflokkurin ikki hevur landsstýrismann úr Suðurstreymoy, sigur Heðin Mortensen.
Hann heldur, at tað verður ógvuliga tungt at vinna álitið á flokkin aftur í Suðurstreymoy og tað heldur hann fer at kosta flokkinum nógvar atkvøður a næsta løgtingsvali.
Samstundis er Suðurstreymoy fullkomiliga slept upp á fjall og tað fer at merkjast aftur, tí tað skerst ikki burtur, at illviljin ímóti Suðurstreymoy er stórur ímillum aðrar politikarar, tí her skal bara onki fremjast. Tí hevur tað stóran týdning at verja økið og tað gerst bara við sterkari umboðan.

Líkist einum kvetti
Heðin Mortensen heldur, at tað, sum er farið fram innanfloks í sambandsflokkinum hesar seinastu dagarnar, líkist mest av øllum einum kvetti, har tað eru ávísir tingmenn, sum hava sligið seg saman um egin áhugamál.
? Tað kann so ikki vera við atliti at, hvat er best fyri sambandsflokkin, at Johan Dahl og Bárður Nielsen skulu manna flokkin í Tinganesi.
?Her hava persónlig viðurskifti gjørt seg galdandi, heldur hann.
Hann ivast ikki í, at hetta er ein liður í einum taktikki, sum varð lagdur til rættis beinanvegin, samráðingarnar um nýggja samgongu byrjaðu.
? Tað sæst týðiliga av, at virkandi formaðurin í flokkinum las onga undirtøku fekk frá sínum floksfeløgum til at verða landsstýrismaður.
? Tað sæst eisini við, at sambandsflokkurin miðvíst fór eftir teimum málsøkjum, sum hóskaði best til Bárð Nielsen og Johan Dahl.
Samstundis varð dentur lagdur á at fáa løgtingsformannin, sum ikki hevur nakran politiskan týdning.
Heðin Mortensen heldur, at tað hevði verið rættari at bjóða fólkaflokkinum løgtingsformanninum, sum fegin vildi hava hann og so sett upp á at fingið tríggjar landsstýrismenn ístaðin.
? Eftir tí, sum er komið fram, vóru tað eisini tríggir tinglimir, Bárður Nielsen, Johan Dahl og Edmund Joensen ið slógu seg saman um, hvør skuldi í landsstýrið og at Edmund Joensen skuldi verða løgtingsformaður.
? Men tað hevði tænt flokkinum betri at sett Kaj Leo Johannesen til fiskimálaráðharra.
?Í ítróttinum hava vit eitt hugtak, sum nevnist ?ærligt spæl?. Tað haldi eg, at ávísir tinglimir í sambandsflokkin um kundi lært eitt sindur av, leggur hann afturat.
Er orsøkin til at tú sigur hetta ikki tann, at varð Kaj Leo settur í landsstýrið, so hevði tú sloppið aftur í Løgtingið?
? Eg veit, at tað fer at verða uppfatað soleiðis. Men tað hevði heldur ikki verið órímiligt, um eg kom aftur á ting. Eg hevði hóast alt 400 atkvøður, men verðið kortini settur uttanfyri. Nú verða umboð vald á ting við nøkrum og 70 atkvøðum.
? Sostatt havi eg ein stóran veljaraskara aftanfyri meg og tað er ikki bara eg, sum verði vónbrotin. Tað eru eisini allir mínir veljarar og síðani tíðindini bórust, hava hundraðtals fólk vent sær til mín at geva vart við sína ónøgd, sigur Heðin Mortensen.