Tingmenn fingið ískoyti til Hvítubók

.

John Johannessen


Tingfólk fingu við postinum í gjár eitt ískoyti til frágreiðingina frá búskaparnevndini í sambandi við Hvítubókaarbeiðið.

Tað er landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum, Høgni Hoydal, sum hevur sent løgmanni, landsstýrisfólkum, løgtingslimum og fjølmiðlum tilfarið til kunningar. Hann fekk farnu viku handað hetta ískoytið frá Búskaparnevndini.

Høgni Hoydal sigur seg hava fingið at vita frá formanninum í búskaparnevndini, at talan er um fakligt bakgrundstilfar, sum stuðlar undir tað arbeiðið og tær niðurstøður, sum eru lagdar fram í fylgibindinum um búskap til Hvítubók. Búskaparnevndin hevur skrivað viðmerkingar til taltilfar og framrokningar, sum eru gjørdar á Háskóla Íslands.

Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum sigur, at tilfarið ikki er viðgjørt politiskt í landsstýrinum, og allar fortreytir og metingar, ið gjørdar eru, eru fakligar.

Ískoytið til Hvítbók verður almannakunngjørt á tíðindafundi á Hotel Hafnia hósmorgunin klokkan níggju, tá formaðurin í Búskaparnevndini, Reidar Nónfjall og Hermann Oskarsson, búskaparfrøðingur, sum vegna Búskaparnevndina hevur samstarvað við búskaparfrøðideildina á Háskóla íslands, fara at greiða frá arbeiðinum og svara spurningum í sambandi við ískoytistilfarið.