Tingmaður leggur um til grøna orku

Hevur sett ketil og oljufýr til sølu á Facebook

Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin, hevur fingið sær eina grøna orkuloysn heima við hús, og hevur sett bæði oljufýr og ketil til sølu á Rótikassanum á Facebook.

Hann er soleiðis eitt av teimum fáu løgtingsfólkum, sum hava valt sær eina grøna orkuloysn at hita sær bústaðin við.

Tá Sosialurin í mars í fjør spurdu øll tingfólk um, hvørja orkuloysn tey høvdu heima við hús, vísti tað seg, at tað bara vóru fýra tingfólk, sum høvdu valt sær eina grøna orkuloysn, so sum jarðhita ella hitapumpu.

Tá vóru trý tingfólk, sum høvdu el-bil, Johan Dahl, Ingilín Strøm og Bjørt Samuelsen. Johan Dahl hevur ikki sín elbil longur, so um eingin onnur broyting er tí viðvíkjandi, so eru tað bara tær báðar tingkvinnurnar, sum koyra í elbili.

 

##med2##

Føroyar hava sett sær fyri, at í 2030 skal øll orka á landi vera grøn, men tað er ikki vist, at tað fer at ganga so væl – og á Vakstrarforum hjá landsstýrinum í dag kom fram, at arbeiðsbólkur ikki trýr uppá, at orkuframleiðslan á landi verður 100 prosent grøn í 2030.

Seinasta boðið upp á oljufýr og ketil hjá Johan Dahl var 7.500 krónur.

##med3##