Samgongumaður trýr ikki upp á tunnil til Suðuroy

– Tað verður ikki enn á sinni, at vit hava ráð at gera tunnil til Suðuroyar, heldur tingmaður hjá Framsókn.

 

Tað hevur leingi verið greitt, at politikarar hava verið ivingarsamir um suðuroyartunnilin - men Karlot Hergeirsson, løgtingsmaður fyri Framsókn, man vera tann fyrsti – í hvussu so er í samgonguni, sum beinleiðis sigur, at hetta hava vit ikki ráð til.

Dimma.fo hevur fylt orðaskiftinum á tingi í dag um fíggjarkarmarnar og skrivar, at Karlot Hergeirsson heldur, at tá ið tað samfelagsbúskaparliga roknistykkið er er sett upp, fara vit at noyðast at ásanna, at vit hava ikki ráð til at gera tunnilin.

Karlot Hergerisson er annars í sínum borgarliga starvi trygdarleiðari hjá NCC, sum hevur gjørt Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.

Hann dugir ikki at síggja fyri sær, at Suðuroyartunnilin fer at kosta minni enn einar sjey milliardir, tí trygdarviðurskiftini eru so strong í einum so longdum tunli.

Les meira her

 

##med2##

 

##med3##

 

##med6##

 

##med4##

 

##med5##

 

Karlot Hergeirsson, løgtingsmaður fyri Framsókn