Tingkvinnurnar hjá Framsókn bakka aftur

Tær taka nú uppskotið aftur, tær løgdu fyri Løgtingið, uttan at samgongan visti av tí

Samongan boðar nú frá, at tingkvinnurnar hjá Framsókn fara at taka uppskotið aftur, ið varð lagt fram á løgtingi herfyri. Talan var um eitt uppskot um at halda fram við skipanini við fiskidøgum í eitt ár afturat, hóast talan hevur verið um at leggja um til eina kvotuskipan á nýggjárinum.

 

Samgongan visti ikki av uppskotinum, og Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi tóku tað eisini rættiliga illa upp og kravdu, at tað varð tikið aftur.

 

Og nú boða teir tríggir floksformenninir, Aksel V. Johannesen, løgmaður, Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum og Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum frá, at tingkvinnurnar fyri Framsókn taka uppskotið aftur

 

– Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fer í næstum at leggja fram uppskot, hvussu farast skal fram viðvíkjandi botnfiskaveiðini undir Føroyum í 2019 – eisini í sambandi við umsitingarætlanir og fiskidagar og kvotur, siga teir tríggir.

 

– Landsstýrið er á einum máli um, at stovnsrøktin og burðardyggur fiskiskapur er høvuðsmálið í øllum arbeiði við umsiting av okkara fiskastovnum, leggja teir afturat.