Tingið skal taka støðu til ríkisstuðul til føroysku flokkarnar

Á tingfundinum týsdagin fæst at vita, um meiriluti er á tingi fyri, at flokkarnar fáa danskan ríkisstuðul

Talan er um »Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af partistøtteloven«, sum snýr seg um danskan stuðul til politisku flokkarnar í Føroyum.

Tað er stuðul frá danska fólkatinginum, sum verður býttur út til flokkarnar eftir atkvøðutali.

Tað snýr seg um nógvar pengar, sum flokkarnir fáa í ríkisstuðuli, Sambandsflokkurin, sum fær mest, fær góðar 300.000 krónur um árið í ríkisstuðuli úr Danmark. Næstmest fær Javnaðarflokkurin, sum fær góðar 280.000 krónur. 

Tjóðveldi hevur rætt til góðar 180.000 krónur, Fólkaflokkurin til 155.000 krónur, Miðflokkurin 45.000 krónur, meðan Framsókn einki fær. Orsøkin er, at Framsókn fekk ov fáar atkvøður við seinasta fólkatingsval.

Tjóðveldi hevur ikki søkt um stuðul síðani 2015, boðar flokkurin frá.

Talan er um stuðul frá Fólkatinginum til politiskar flokkar, sum stilla upp til fólkatingsval. Flokkarnir – ella uttanflokkavalevni – fáa 37 krónur fyri hvørja atkvøðu, sum teir fáa. Men treytin er, at flokkarnir ella uttanflokkavalevni, fáa í minsta lagi 1.000 atkvøður. Annars fáa tey ongan stuðul. Framsókn er einasti flokkur, sum ikki rakk upp á 1.000 atkvøður við seinasta fólkatingsval, tí hevur flokkurin ikki rætt til danskan ríkisstuðul hetta valskeiðið.

Orsøkin til at málið kemur í Løgtingið nú er, at tey í Danmark eru vorðin varug við, at lógin, sum kom í gildi í Danmark í 1987, av misgáum ongantíð er komin í gildi í Føroyum, sjálvt um tey hava goldið pengar til føroysku flokkarnar eftir lógini. Tí steðgaði útgjaldið í 2022.

Ætlanin er nú at seta lógina formliga í gildi í Føroyum, so tey aftur kunnu gjalda út pengar, helst eisini tað, sum ikki er goldið síðani 2022.

Men tað er ikki meiriluti í uttanlandsnevndini fyri at samtykkja lógaruppskotið frá løgmanni. Tað sæst í álitinum frá uttanlandsnevndini.

Meirilutin, sum er Sólvit E. Nolsø úr Framsókn, Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum og Liljan Weihe og Annika Olsen úr Tjóðveldi siga, at meirilutin heldur tað vera skeivt, at onnur enn vit sjálvi rinda fyri politiska upplýsing í Føroyum.

Minnilutin, sum er Bjarni Hammer úr Javnaðarflokkinum, Bárður á Steig Nielsen úr Sambandsflokkinum og Jenis av Rana úr Miðflokkinum halda tað vera rætt og rímiligt, so leingi flokkar í Føroyum stilla upp til fólkatingsval, at hesir hava rætt til part av stuðlinum, sum er merktur til tey, sum stilla upp til Fólkatingið.

Tí er rættiliga vist, at uppskotið hjá løgmanni verður samtykt tvørtur um samgongu-andstøðumark. Javnaðarflokkurin hevur 9 tingfólk, Sambandsflokkurin hevur 7 og Miðflokkurin 2 tingfólk. Tað gevur til samans ein meiriluta í Løgtinginum upp á 18.

Sjálvt um Jacob Vestergaard er ímóti, at Fólkaflokkurin fær pengar úr Danmark, so vísir roknskapurin hjá Fólkaflokkinum, at flokkurin søkir um og tekur ímóti donsku pengunum.

 

Verður málið samtykt við 2. viðgerð týsdagin, fer tað víðari til 3. viðgerð. Verður málið ikki samtykt týsdagin, er tað fallið burtur.