Tingið ? kjak og arbeiði

   

Finnbogi Ísakson

Av og á kennir onkur trongd til at siga við stórum bókstøvum, at alt gongur av skriðuni. At nú má broyting koma í, annars heldur alt upp.
Hetta kom mær til hugs, tá Útvarpið seinasta sunnudag bar tíðindi um, at ein professari í retorikki (røðusnildi) á Keypmannahavnar Universiteti, nevndur Chr. Koch, hevði sagt, at kjakið í Fólkatinginum er tíðarspilla og villleiðir borgararnar. Orðalagið er harðligt og eirindaleyst. Kjakið snýr seg um at reingja og falsa grundgevingarnar hjá hvørjum øðrum. Politikararnir eru fullkomiliga ósmædnir, mála fíggindamyndir av hvørjum øðrum og siga beinleiðis ósannindi um sjónarmiðini hjá hinum. Kjakreglurnar muga broytast, segði professarin.
Formaðurin í Fólkatinginum helt, at orðaskiftið var ikki altíð nóg gott, men minti á, at tað skal eisini kjakast í Fólkatingin-um.
Nú havi eg ikki hoyrt serliga nógv av orðaskiftum í Fólkatinginum, men havi onkursvegna fingið ta fatan, at tað við árunum er vorðið so sakligt og tamt, at ongin tímir at lurta eftir tí. Høvdu fólkatingsmenn verið so braneggjaðir og áleypandi, sum professarin í røðusnildi vil vera við, høvdu danir helst lurtað meira eftir orðaskiftinum, giti eg.
Veit eg ikki nógv um orðaskifti í Fólkatinginum, veit eg so mikið meira um orðaskifti á Løgtingi tey nógvu seinastu árini. Eg eri samdur við løgtingsformannin Edmund Joensen, sum í einari viðmerking í Útvarpinum hendan sama sunnudagin segði, at í hansara tíð sum tingmaður hevur tað gingið tann betra vegin. Stund-um nóg so hart, men tað slepst ikki undan, at tingmenn gerast heitir. Teir skula jú eisini selja sína politisku vøru betur enn aðrir fyri at fáa atkvøður á einum komandi vali. Nakað soleiðis segði løgtingsformaðurin.
Tá eg fyrstu ferð kom á Ting í 1966, hevði stríðið og kjakið millum flokkar og menn (tá vóru bara menn í Tinginum) verið so hart, at summir nóg illa heilsaðu uppá hvønn annan. Í dag man hetta ikki koma fyri (uttan kanska í løtuni millum tveir tjóðveldismenn). Orðavalið í Tinginum hevur alla hesa tíðina javnað seg uttan tó at gerast keðiligt. Tað loysir neyvan nakað samfelagsmál at gera alt grátt og keðiligt. Ein skemtingarsom viðmerking kryddar orðaskifti og fær fólk at lurta bæði innan og uttan tinggátt. Og tað er ikki tað ringasta við einari røðu, at onnur tíma at lurta eftir henni.
Kjakið í Tinginum kann tykjast at geva lítið, men havast skal í huga, at tað praktiska tingarbeiðið verður gjørt í nevndunum. Har verða tey ivamál og tey hugskot, sum koma fram undir 1. viðgerð, tikin við í metingarnar. Hevur onkur villleitt, við vilja ella av ósketni, so verður tað rættað undir nevndararbeiðinum.
Løgtingið er eitt arbeiðspláss fyrst og fremst hóast øðrvísi enn flest onnur arbeiðspláss. Skal finnast at Løgtinginum, so eigur tað at vera tað, at arbeiðið er ikki altíð nógv væl úr hondum greitt. Hetta er ikki sermerkt fyri okkara Ting, men er ein afturvendandi spurningur í grannalondunum eisini. Tær fýra ferðirnar, eg var við til at hitta Formansskapin í Fólkatinginum, løgdu tey hvørja ferð dent á, at tey framvegis arbeiddu við at betra lóggávuarbeiðið.
Tað verður eisini roynt her. Eitt framstig var tað, at Løgtingið fekk sína egnu umsiting. Frá 1948 var umsitingin hjá Landsstýrinum eisini umsiting hjá Løgtinginum. Tað var ein óheppin samanblanding frá amtstíðini millum umsitingar- og lóggávuvald. Í 1987 varð skilnaður gjørdur við tað, at Løgtingsskrivstovan varð stovnað.
Umsitingin hjá Løgtinginum hevur alla tíðina verið lítil og skal eisini vera tað. Tí kann hon illa kanna til fulnar hvørja einastu lógargrein, sum kemur í Tingið. Somuleiðis er torført at gera neyvar útrokningar, tá Løgtingið broytir eitthvørt. Men mær tykir, at hóast skilnaðurin millum vøldini er so greiður nú sum ongantíð, átti tað at borið til hjá Tinginum at biðið umsitingina hjá Landsstýrinum gjørt neyðugar útrokningar, tá Tingið ger onkra broyting, sum hevur fíggjarligar avleiðingar.
Tað er einki dulsmál, at stundum samtykkir Løgtingið lógarbroytingar, sum ikki eru nóg væl eftirhugdar. Sum dømi kann eg nevna lógina um barnsburðarfarloyvi. Løgtingið gjørdi eina broyting, men konsekvensurin av broytingini var størri, enn nakar tingmaður ímyndaði sær. Og ringt er at venda aftur. Tað er altíð torført politiskt at taka nakað aftur, sum er latið fólkinum. Eg hugsi, at umsitingin hjá Landsstýrinum - helst við onkrum frymli á einari teldu - skjótt og væl kundi havt roknað út, hvat meirkostnaðurin av broytingini fór at vera.
Formansskapur Tingsins, umsitingin og flokkarnir arbeiða víðari við at betra lóggávuna og royna at forða fyri, at óhepnar lógir verða samtyktar. Betraðar húsaumstøður gera sítt til at lætta um hetta arbeiði. Tað eigur eisini at hava týdning, at flokkarnir hava fingið játtan til skrivara og sakkøna hjálp.
Arbeiðið hjá Løgtinginum er ikki bara at halda talur og kjakast. Tað er ein partur av arbeiðinum, sum professarin í røðusnildi tykist at leggja ov stóran dent á.
Tað skal kortini ásannast, at tað mesta av tí, sum borðreitt verður við av Tingsins røðarapalli, er vanligt korn. Gullkornini eru fá.