Tinghúsið til Eysturoyar

Modellið av nýggja tinghúsinum er nú at síggja hjá Eysturoyar Kunningarstovu í Saltangará

? Føroya Løgting er fyri allar føroyingar, og tí hevur nýggja tinghúsið eisini áhuga hjá øðrum enn havnafólki.

Hetta sigur Símun S. Hansen, leiðari á Eysturoyar Kunningarstovu, í sambandi við, modellið av nýggja tinghúsinum nú er at síggja í vindeyganum hjá Eysturoyar Kunningarstovu í Saltangará.

? Tað hevur verið so nógv kjak um nýggja løgtingshúsið í seinastuni, og í hesum sambandi haldi eg, at onnur enn bert tey, ið dagliga ferðast í gongugøtuni í Havn, skulu hava møguleika at síggja, hvat tað er fyri hús, kjakast verður um.

Modellið av nýggja løgtinghúsinum verður standandi í sýnisglugganum hjá Eysturoyar Kunningarstovu í Saltangará fram til jóla, og fer tað síðani á rundferð til hinar kunningarstovurnar kring landið.